Men hvat við øllum hinum, kanska útvið helminginum av sethúsaeigarunum, har í nógvir sita við ein stórari skuld? Hvør vil umfíggja ella yvirtaka ein sethúsaeigara úti á bygd við eini skuld omanfyri 2 milliónir? Og við almennum sparingum í hendi og privatum maktasloysi, har kanska arbeiði hjá tí eina forsyrgjaranum hangur í einum tunnaum tráð?
Øll vit, útvið helmingurin av Føroya fólki, sum hava okkara peningaligu viðurskifti í Eik Banka, vit krevja, at Landstýrið selur síni partabrøv í Føroya Banka, sum í veruleikanum er gamli Sjóvinnubankin, men sum nú hevur fingið tað ljóta og ótiltalandi navnið BankNordik. Vit kundar í Eik Banka, helmingurin av Føroya fólki, hava goldið okkara stóra part fyri bjarganina av Føroya Banka. Vit hava einki minni enn ein sjálvsagdan rætt at fáa ein lítlan part av pengunum aftur, ið vit hava goldið umvegis Landskassan og niður í bjarganina av Føroya Banka eftir falitti í 90-unum!
Sjálvstýrisflokkurin var fyrstur og meldaði út, at tað ikki kom upp á tal at bjarga Eik; men Sjálvstýrisflokkurin er á veg í søguna. Hann er vekk aftan á næsta val, so vit leggja einki í hvat teir siga ella halda.
Men so kom Hoydal og Tjóðveldi; teir eru uppaftur harðari ímóti at bjarga Eik. Teir siga, at vit heldur skula taka hvígslina í hond og fara í kríggj, tí danar er fanar; teir vilja ikki geva okkum betri treytir og longri tíð, sum tey í Tjóðveldinum halda okkum hava uppiborið. Vit skula heldur fara niður á flatlond at krevja longri freist, hvat so hon enn skal brúkast til. Vit koma jú ikki á mál og blíva samd um nakað sum helst í Føroyum álikavæl, og slettis ikki við at hava Tjóðveldi uppí. Og hví hava vit rætt til betri treytir, tá vit sjálvi hava reitt seingina, vit nú liggja í?
Og so at hoyra Herman Oskarson, sum eg meinti var ein góður, gamal reyður sosialist ella kommunist fyrr: vit verða lokkað og lumpað av Jørn Astrup, bjargið tí ikki Eik, sigur Oskarson. Ja, eg væntaði tað kanska, men bleiv kløkkur hóast alt. Tí motivi hjá hesum Tjóðveldishetjum er uttan iva, at landið skal ongan pening brúka upp á nakað uttan til loysingina, og tí skula pengarnir standa í Føroya Banka til eitt fullveldislandstýri aftur er komið til valdið. Og tá kunna teir blíva innfríaðir fyri at náa málinum. Eg mistonki tey í Tjóðveldinum, í teirra oyðimarkagongd, at tey enntá hopa upp á, at Eik Banki fer á heysin, tí so muga kanska eini 10.000 flyta undan falittinum, av landinum, frá húsi og heimi, og tá verður lættari at reka Føroyar undir fullveldinum.
Nú í vikuskiftinum kom so Pinoccio, Jørgen fólkafloksformaður, út við teirra útmelding: vit bjarga ikki Eik Banka, ikki í fyrstu atløgu. Ok? Hvat bíða vit eftir? Hava vit nógva tíð, spyrji eg? Men Ossi Justiniussen talaði at: vit muga bjarga Eik, tí vinnulívið hevur brúk fyri tí. Ikki eitt orð um at bjarga Eik fyri at hjálpa helminginum av Palliba-slektini í hesum landi og teirra sethúsalánum, ella starvsfólkunum, ið liggja til at missa arbeiði. Men tað var heldur ikki væntandi.
Annars vóru so nógvar ymsar útmeldingar um alt hitt, ið varð viðgjørt á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, at træðrirnar hjá Jørgen Pinoccio helst eru meira fløktar enn áðrenn landsfundin. So um Jørgen'sa meining er eftirfarandi v.v. Eik-málinum, ja tað fáa vit nú at síggja.
Eg var annars farin at bíða eftir at hoyra andlátið hjá Javnarflokkinum nakað skjótt, har hevur ikki verið nógv lívstekin í longri tíð. Men sum fuglurin Føniks kom Jóannes Eidesgaard, fíggarmálaráðharrin, við somu meining, ið eg og minst helmingurin av vanliga fólkinum eisini hava: sjálvandi skal landið verða við til at bjarga Eik. Tí sum sagt hava vit lagt út og fingið Føroya Banka í tað góðu støðu, hann nú er í. Og Føroya Banki hevur ikki brúk fyri okkara pengum meira, men tað hevur Eik Banki. Her er einki at bíða við!
So, Eidesgaard, set hælarnar í og bakka ikki ein tumma! Slít samgonguna í vikuni, helst longu mánadagin, um stuðul ikki fæst at selja okkara partabrøv í Føroya Banka. Tú fær í minsta lagi helmingin av atkvøðunum til komandi løgtingsval, um tú hjálpir okkum, tað eri eg vísur í, ikki minst frá starvsfólkunum í Eik!
Og eitt afturat, Jóannes; fær ikki á fund við Tjóðveldi um blokkpolitikk, tí teir hava ofrað alt teirra sosiala lyndi fyri at náa fullveldinum, hava í nógvum førum yvirhálað Fólkaflokkin í høgru síðu fyri at náa málinum.
Tit hava kanska lagt merki til, at Sambandsflokkurin ikki er nevndur enn. Men tað er ikki so løgi, tí veit nakar, hvar hann er, hann sjálvur, løgmaður? Sambandsflokkurin hevur onga meining um nakað sum helst, ella rættari sagt: hvør tinglimur hevur hvør sína meining, og tí er hann eisini so stórur í hvørjari veljarakanning: har er jú alt at velja ímillum.
Forrestin, nú nógv verður tosað um almenna yvirbyggningin: hann eigur Edmund úr høvd og í reyv, tá hann sum løgmaður kom og sleipandi við Finn Norman Christensen av flatlondum. Teir løgdu lunnarnar undir tí stóra, almenna geiranum, sum annars er vaksin mest tá Fólkaflokkurin hevur sitið við valdið.
Eg veit heldur ikki, hvar Miðflokkurin er í Eik-málinum. Kanska er tað tekin um, at eisini har eru líka nógvar meiningar sum tingmenn? Og kanska fer hann eisini í søguna til komandi val?