Sessin aftur

Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevur sett sær fyri, at vældømið skal hava umboð aftur í Løgtingið. Tað hevði valdømið frá 1954 til 2002, tá Eysturoyggin fekk einasta umboðið, sum flokkurin hevur á Tingi. Nú hevur felagið í Suðurstreymoy gjørt av at fara undir eitt átak, sum skal vinna Suðurstreymoy tingsessin aftur. Lagt verður fyri á aðalfundinum tann 2. november klokkan 19 á Landsbókasavninum í Havn.