Sessast við samráðingarborðið eftir jól

Semingsstovnurin hevur aftur fingið samráðingar í lag við Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar

Semingsstovnurin fer nú undir eina nýggja roynd at fáa semju millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.


- Vit hava avgjørt at taka samráðingarnar upp aftur hósdagin tann 28. desember, sigur Terje Sigurðsson, í eini fráboðan, ið uttan iva er ein góð jólagáva hjá mongum føroyingum, nú tíggju dagar eru liðin síðan fyrstu tiltøkini í stríðnum millum partarnar blivu sett í verk.


Semingsstovnurin gav skarvin yvir, tá báðir partar 9. desember vrakaðu seinastu semingsroyndina, tí mett varð, at partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum. Hóast Semingsstovnurin aftur kemur upp í leikin, skal tað tó ikki skiljast soleiðis, at partarnar hava slakað í sínum krøvum.


- Fundurin er komin í lag, tí báðir partar vita, at tað er neyðugt at seta seg saman fyri at finna eina loysn. Tað er ikki soleiðis, at vit hava fingið nøkur tekin um, at partarnar slaka í sínum krøvum. Hetta er ein ásannan av, at tað er neyðugt at seta seg saman at tosa um tingini. Man vil geva tí eina roynd, sigur Terje Sigurðsson.


Í samband við at samráðingarnar nú verða tiknar upp aftur, hevur Semingsstovnurin heitt á partarnar, um at royna at fáa viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum at fungera so smidliga sum gjørligt á jólum.