Sum fyrrverandi liðskipari hjá B36, mundi Pól Thorsteinsson hava ein heldur serligan dag, nú hann við NSÍ var á vitjan hjá júst B36.
Pól er fastur partur av miðverjuni hjá runavíkingunum, og hann viðgekk eisini, at stórur dentur varð lagdur á verjupartin í dystinum.
Uppleggði hjá okkum var í øllum førum varisligt. Vit hava jú skjótar menn har frammi, og tí varð lagt upp til kontra. Í øllum førum var hetta ætlanin fyrsta partin av dystinum, men vit skiftu nokk ongan tíð spælistíl.
Tað tóktist eisini løgið, at tit við 11 móti 10 ikki royndu at trýsta meira. Høvdu tit ótilivitað sett tykkum nøgdar við javnleikin?
Tað høvdu vit kanska. Sjálvandi sigur tú altíð, at tú fert á vøllin fyri at vinna. Hinvegin, so er ein javnleikur í Gundadali ikki nakað vánaligt úrslit, og tí vildu vit kanska ikki satsa ov nógv, soleiðis at vit kanska tveittu alt burtur.









