-Tað er framvegis ikki komin nøkur grundgeving fyri uppsøgnunum. Tað minsta, landsstýrið átti at gjørt, er at gjørt sær greitt, hvar sparingarnar skulu setast í verk, og harvið hvør vinningurin og hvør missurin verður við sparingunum í fyrisitingini.
Bergur Berg hevur síðan 1993 starvast hjá tí almenna. Fyrstu árini arbeiddi hann á Almannastovuni, og síðan 1998 hevur hann starvast í miðfyrisitingini. Hann heldur lítið um framferðarháttin hjá landsstýrinum, sum seinasta mikudag gjørdi av at senda 16 fólk úr miðfyrisitingin til hús.
Avleiðingarnar
Bergur Berg heldur ikki, at landsstýrið er farið skilaliga fram í málinum. Stjórnmálafrøðingurin fýlist á, at landsstýrið ikki hevur givið sær stundir til at greina játtanina til miðfyrisitingina, áðrenn avgerðin um lønarniðurskurin á 10 % varð tikin. Fíggjarorkan í mun til starvsfólkatalið var ymisk í ymsu ráðunum, so tí rakar ein jøvn skerjing sera ójavnt.
-Hóast vit nú verða færri í tali, halda lógarøkini á við at vera líka rúgvumikil. Einasti munurin verður, at vit verða færri fólk at umsita lógirnar, sigur hann.
Bergur Berg ber ótta fyri, at advokatar og onnur uttanfyri miðfyrisitingina fara í størri mun at loysa uppgávur fyri fyrisitingina.
-Á Almanna- og heilsumálaráðnum veit eg, at tvey løgfrøðingastørv eru spard burtur, samstundis sum stórur tørvur er á teimum, tí Almanna- og heilsumálaráðið skal í næstum broyta fleiri tungar lógir og seta nógvar kunngerðir í verk. Við færri starvsfólkum kann væl hugsast, at tað verður neyðugt at fara út í býin at keypa fólk at gera arbeiðið, tí arbeiðsorkan í aðalráðum røkkur ikki til, sigur fulltrúin.
Hann vísir á, at hóast fólk uttanfyri miðfyrisitingina formliga hava fakliga førleikan, er væntandi, at góðskan ikki verður hin sama, tí fólkini hava ikki somu vitan og royndir á teimum ymisku økjunum sum starvsfólkini á aðalráðunum. Tað er sum at taka ein rokskipara beint inn til at vera kapteynur á Norrønu.
-Prísurin verður eisini sjey-átta ferðir hægri enn um arbeiðið varð gjørt í aðalráðunum, men góðskan verður avgjørt ikki fyrstafloks. Til ber tí at spyrja, hvat landsstýrið vinnur við at senda fólkini til hús, spyr Bergur Berg.
Minni enn í grannalondum
Ein av afturvendandi útsagnunum um miðfyrisitingina seinastu dagarnar hevur verið, at hon er vaksin nógv seinastu árini, og tí er tað í tøkum tíma, at politiski myndugleikin fremur nakrar skerjingar, so miðfyrisitingin kann fáast í rættlag aftur. Bergur Berg er ikki samdur við teimum, sum siga, at føroyska miðfyrisitingin er ov stór.
-Tað veldst um eygað sum sær. Tað er rætt, at hon er vaksin nakað, men hon er framvegis lítil um vit samanbera okkum við hini norðurlondini og Grønland. Meðan vit í Føroyum sita hvør í sínum lagi og umsita stór lógarverk, umsita 7-8 akademikarar kanska bara eina einstaka paragraf í samsvarandi lógarøki í Danmark. Hvør fulltrúi í Føroyum situr tí einsamallur inni við eini servitan á teimum ymisku lógarøkjunum, og missa vit bara eitt fólk, fer hetta fólki avstað við nógvari vitan, sum tað tekur ár at fylla út aftur, sigur hann.
Fulltrúin í Innlendismálaráðnum vísir á, at arbeiðsbyrðan hjá starvsfólkum í miðfyrisitingini øktist munandi eftir, at Stýrisskipanarlógin og Fyrisitingarlógin og lógin um Alment innlit vórðu settar í verk. - Bara tað at fyrireika øll svarini til allar teir spurningarnar sum tingmenn seta landsstýrismonnunum, man haraftrat taka eini 10% av arbeiðsorkuni hjá fulltrúunum.
Bergur Berg heldur tí, at tað gevur eina ranga mynd av veruleikanum, tá fólk bert hyggja at starvsfólkatalinum í miðfyrisitingini uttan at hyggja nærri at øktu arbeiðsbyrðuni í miðfyrisitingini seinnu árini.
- Nakað heilt annað er, at tað kann væl vera, at miðfyrisitingin trongir til stórar broytingar, sigur Bergur Berg. Verandi bygnaður varð skundaður ígjøgnum eftir sera stuttari tíð, bara við tí endamáli at styrkja miðfyrisitingina. Grundgevingin tá var, at Stýrisskipannarlógin gjørdi at tað var neyðugt. Man skuldi fyrst gera eina roynd, og so skuldi bygnaðurin eftirmetast um tvey ár. Men tað er ikki gjørt enn. So heilt nógv trongir við vissu til at verða skorið til umaftur, men ongin veit hvat ella hvar, tí ongin eftirmeting er gjørd - tilvildin ræður.
Skulu taka tøk
Løgmaður og landsstýrismenn hava víst á í fjølmiðlunum, at versnandi búskaparstøðan hevur við sær, at fleiri fólk innan tað almenna kunnu vænta at verða søgd úr starvi komandi mánaðirnar. Løgmaður segði í viðtalu við Sosialin í seinastu viku, at øll verða noydd at taka eitt tak, og tað verður miðfyrisitingin eisini.
Skal miðfyrisitingini ikki eisini taka eitt tak?
?Jú sjálvandi skal hon tað, tá tað er tað sum politikararnir vilja. Vit átti tó kortini at fingið at vita, hví hesar sparingar skulu fremjast, og hvør ætlanin er við teimum. Tað er ikki ein grundgeving, at pástanda at fyrisitingin er ov stór, og tí skal skerjast uttan at grundgeva fyri, hví ella hvar hon er ov stór, ella hvussu uppgávurnar annars skulu loysast. Tað at politikararnir ikki hava ynskt at raðfesta skerjingarnar hevur gjørt at skerjingarnar raka fullkomiliga tilvildarliga, heldur Bergur Berg.
?Tað er til dømis ikki tí, at tey hava ov nógvar løgfrøðingar, at Almanna- og heilsumálaráðið sker tvey løgfrøðingastørv burtur. Tey hava mær vitandi tvørturímóti ov fáar, men beint tá høvdu tveir góðir løgfrøðingar sagt seg úr starvi, og tí var tað so nógv lættari at taka tey bæði størvini burtur, heldur enn at koyra fólk úr starvi. Og tað er tað sama allastaðni. Úrslitið er, at starvsfólkasamansetingin í miðfyrisitingini broytist á ein hátt sum yvir høvur ongin hevur ætlað. - Er tað rationalisering, so er tað ið hvussu so er eitt heilt nýtt slag, vísir hann á.
Bergur heldur, at høvdu politikararnir torað at raðfest, hevði tað verið nógv lættari hjá aðalstjórunum at skorið starvsfólkini til tað óynskta virksemið burtur - og tað hevði verið lætt hjá teimum uppsøgdu at skilt grundgevingarnar fyri uppsøgnunum, og tí hevði tað kanska borið til hjá teimum sum enn hava síni størv, at arbeitt hugagóð víðari.
Nú hava aðalstjórarnir fingið eina óneyðuga stóra uppgávu við at raðfesta umaftur - og royna at motivera tey starvsfólkini sum eru eftir.










