Servisustøð á Frælsinum 50 ár

Í hesum døgum eru 50 ár síðani Shell-støðin á Frælsinum, lat upp

Sosialurin skrivar soleiðis 28. juli í 1970: 

»Í dag letur Pf. Shell upp nýggja servisustøð úti á Frælsinum

Hepnir hava teir verið at finna høgligt og vælhóskandi øki. Onkur vil halda, at tað var ikki rætt at leggja støðina so tætt upp á skúlanum har úti, men ið hvussu er hóska hesir bygningar ógvuiga væl saman, hvat bygningshátti viðvíkur.

Sunnudagin varð henda stásiliga støð sýnd umboðum frá blaðnum.

 

Skjótt og vælgjørt arbeiði

Stjórin, Hjarnar Djurhuus, segði m. a. , at farið var undir at spreingja í februar, men frá tí, at byrjað varð at stoypa og til liðugt varð, gingu bert 13 vikur, og man hetta vera stytsta tíð ein slík støð er gjørd í.

Harafturat kundi hann siga, at arbeiðið var so væl gjørt, at føroysku handverkararnir áttu stóra tøkk fyri tað vælaverk, teir høvdu avrikað.

 

2000 fermetra stórt øki

Støðin var mett at kosta 1,2 milliónir krónur. Hóast hetta var nógv, vóru teir komnir til tað úrslit, at betur var at byggja eina nútímans støð, sum kundi veita viðskiftafólki tað besta av tí besta, segði stjórin. Sera prýðilig, ja, neyvan munnu teir hava so væl útgjørda støð í Norðanlondum – kanska størri, men neyvan betur útgjørda.

Í Danmark hava teir 129, í Noregi 159, í Svøríki 192, í Finnlandi 290 og í Føroyum 40 bilar fyri hvørja støð.

##med2##

Av øllum teim nútímans tólu, støðin er útgjørd við, er serliga at leggja til merkis tann maskinan, ið vaskar bilarnar, hon kann vaska, turka og blanka 10 bilar um tíman.

Grøv er eingin, men harafturímóti eru tvey hydraulisk lyftutól, sum kunnu lyfta 2,5 tons hvørt. Har finnast tól at innstilla lyktirnar við, tól at uppmáta av róðrinum, snarløðari til battarí, tendringsproppareinsari o. m. a.

Sølubúðin er sera væl innrættað – hevur alla útgerð, ið hugsast kann til bilar.

Pumpurnar undir hálvtakinum uttan fyri sølubúðina eru fyra pumpur – tvær til bensin, ein til blandað bensin til tvey-taktsmotorar og ein til dieselolju. Ein av bensinpumpunum hevur 5-kronuautomat, soleðis, at bensin fæst alt samdøgrið.

Parkeringspláss er fyri 40 bilum á økinum, sum er uttan um støðina.

Uppsitarin á nýggju Shellstðini er Gunnar Poulsen, maskinmeistari, ið er ættaður úr Skúvoy.«