Service til tey ungu, vøkru og vælbjargaðu

Nú skulu øll gjalda telefonrokningina gjøgnum internetið. Um ikki, skulu tey gjalda ”straffporto”. Tað eru boðini frá Føroya Tele og Vodafone.

Tað ljóðar smart. Tað er inn. Tað er framtíðin. Og tað vindur upp á seg.
Tú skalt samskifta yvir telduna, tí tað er kul og pragtfult, og øll ið ikki vilja tað, eru dólgar. Sjálv eri eg dúgligur brúkari av hesum í mongum førum vælsignaða interneti, til dømis í samskiftinum við okkara mongu børn uttanlands, men eg vil kortini ikki, at hesin miðil skal stýra mínum lívi, og tí velji eg nøkur ting FRÁ.
Vit vita øll, at tað í Føroyum finst ein bólkur, kanska við fleiri túsund sálum, ið ikki hevur teldu, internet ella breiðband. Tey hava kanska ikki ráð, kanska vilja tey ikki, og hetta mugu vit góðtaka. Vit mugu góðtaka, at summi velja eitt annað lív enn tað, sum beint nú er tað einasta rætta »á fjallinum«.
Vit mugu góðtaka, at frísk eldri fólk seta eina æru í at fara í býin og gjalda sínar rokningar kontant. Tey ynskja so leingi sum gjørligt at klára seg sjálvi – tey vilja sleppa børnum og øðrum hjálparum undan at renna ørindi fyri seg. Har aftrat gevur hetta meining. Tey hava kropsligt samband við umheimin og samfelagið, ístaðin fyri at sita og stríðast við ein lívleysan elektriskan miðil.
Tí virkar tað beinleiðis arrogant, tá tveir lekrir og smartir veitarar sum Føroya Tele og Vodafone siga, at hetta KREVUR ov nógv av teimum. Eg meini so við – tey fáa væl øll løn fyri sítt arbeiði, sum altso ikki altíð kann vera stuttligt. (Her hevði annars verið lag á manni at fingið fólk við breki at gjørt eitt meiningsfult arbeiði nakrar tímar.)
Tit vilja við tykkara nýggja stjørnuhugskoti tvinga skilagóðar, mentaðar, men inntøkuveikar borgarar at gjalda 1% av teirra grundpensjónsupphædd oman á, tá ið tey gjalda sínar telefonrokningar.
Hetta er langt úti!
Takið tykkum saman. Gerið ein brainstorm og loysið trupulleikan!