Søgan um Sámal Bláhamar og dekkini er tó eitt sindur eldri, tí hann byrjaði longu í januarmánaði í 1974 at selja, montera og avbalansera dekk á neystaloftinum hjá pápanum í Vestmanna, Fríðriki Bláhamar.
Sámal hevði ymisk sløg av dekkum, sum eisini vóru ymisk í góðsku. Alt frá kvalitetsdekkum til bílig slitbanadekk. Skorin fyri tungubandið hevur Sámal ongantíð verið - og til tess at granska í góðskuni nýtti hann hýruvognsførararnar, sum fluttu fólk millum Havnina og Vestmanna - hetta var áðrenn bussar vórðu settir inn í flogrutuna.
Hýruvognsførararnir vóru állir á einum máli um, at kvalitetsdekkini vóru tey bestu - og harvið fekk Sámal sín varhuga staðfestan - og legði hann seg eftir einans at selja bestu dekkini - og tað hevur hann gjørt síðani.
Eftir fáar mánaðir í Vestmanna, flutti Sámal virksemið til Havnar - har hann á Velbastaðvegnum saman við Svenningi Olesen læt upp væl útgjørt dekkverkstað.
Árið eftir fóru teir kortini hvør til sítt, og Sámal byrjaði við Super Dekk Service í Jekaragøtu yvir við Strond í Havn. Hetta var _ uttan at taka munnin ov fullan _ best útgjørda dekkverkstað í Føroyum tá.
Tey fyrstu fimtan árini umboðaði Super Dekk Service fronsku Michellin dekkini - og tað var júst um hetta mundið - seinna partin í sjeytiárunum, at kjakið um píkadekkini tók seg upp. Ikki minst var tað uppskotið hjá Dánjal Paula Danielsen, landsstýrismanni um at banna píkarnar, sum vakti miklan ans. Men eisini tað, at Sámal Bláhamar blandaði seg í kjakið og vísti á lamelldekkini, sum hann hevði at selja - at tey væl og virðiliga kundu brúkast í staðin fyri píkar. Tá var tað, at fólk í Føroyum fóru at tosa um »píkaleys píkadekk«, »heilársdekk« og seinni »lamelldekk«. Dekkini royndust sera væl, og fólkið varð tvíbýtt í trúnni upp á ávikavist píkar og ikki píkar.
Í 1979 flutti Super Dekk Service niðan á Hoyvíksvegin í bygningin, har Stoypivirkið hjá Persson hevði verið. Sámal keypti bygningin og innrættaði hann til eitt uppaftur meira tíðarhóskandi dekk- og hjólverkstað, sum framvegis legði dentin á at veita alla tænastu innan hjól og dekk - uttan at blanda alt annað bilumvælingavirksemi uppí. Umframt at veita tæanstu vil vanligar persónbilar, so var eisini koyrt út at gera aðrar dekk- og hjólumvælingar á størri vinnutólum, og hevur hetta verið týðandi partur av virkseminum hjá felagnum.
Seianst í áttatiárunum fekk felagið umboðið upp á Good Year dekkini, sum felagið hevur umboðað síðani. Í nítiárunum - tá kreppan tók kvørkratak um alt samfelagið - var eisini tungt hjá Super Dekk Service. Men teir knógvu gjøngum fyrstu kreppuárini, men máttu dvína í 1995. Tað gingu tó bert fjúrtan dagar, til teir høvdu skavað sær so mikið av kapitali saman, at virki kundi lata uppaftur, hesaferð undir heitinum Super Dekk. Hóast talan er um annað felag - tekniskt, so er talan framvegis um somu fyritøku, sum Fríðrikur Bláhamar nú stjórnaði.










