Sambært ávísini, Kyiv Independent, hevur Lettland viðgingið, at nakrir lettiskir hermenn hava verið í Ukraina.
Ávísin veit at siga, at Lettland hevur viðgingið, at so er.
Tað eru loynilig skjøl úr amerikanska verjumálaráðnum, sum gjørdust kend um páskirnar, ið hava ført til hesa avdúking.
Sambært Kyiv Independent hava tilsamans 97 servandir Nato-hermenn verið í Ukraina, harav 17 eru úr Lettlandi.
Men, í Lettlandi verður dentur lagdur á, at hermenn hjá teimum ikki hava verið í nær námindis hermótinum í Ukraina.











