Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum Institut (SSI) mælir nú til, at skipanin við koronupassi aftur verður sett í gildi í Danmark.
Talið av smittaðum og innløgdum við covid-19 í Danmark hevur seinastu vikurnar við vaksandi, og tí kemur Henrik Ullum nú við hesum tilmæli.
– Hetta skal síggjast í ljósinum av ógvusliga vaksandi smittu og innleggingartølum, og at vit síggja fram til ein vetur, har vit fara at síggja størri smittu, sigur Henrik Ullum.
Søren Brostrøm, sum er stjóri í danska heilsustýrinum, segði í gjár, at sjúkrahúsini eru í álvarsligum vanda fyri at verða kroyst til eitt krittiskt punkt.
Brostreøm hevur eisini mælt til, at koronapassið verður sett í gildi aftur
Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark, hevur harumframt biðið farsóttarnevndina um at meta um, hvørt covid-19 aftur skal lýsast sum ein samfelagskritisk sjúka. Bæði Ullum og Brostrøm eru í farsóttarnevndini.
Sambært farsóttarlógini snýr tað seg um sjúkur, sum »hava við sær álvarsligt órógv av týdningarmiklum samfelagstænastum«.
Verður covid-19 roknað sum tað, fær stjórnin fleiri heimildir til at seta í verk tiltøk ímóti smittuútbreiðslu við epidemilógini.
Tað kann vera uttan ein meiriluta í Fólkatinginum. Um ein meiriluti í farsóttarnevndini er ímóti tiltøkum, kunnu tey tó ikki setast í verk.
Bæði Henrik Ullum og Søren Brostrøm hava lagt dent á vaksandi smittuna og talið av innleggingum í Danmark.
Miðskeiðis í august vóru um 800 til 1000 smittað um dagin. Umleið 100 vóru innløgd við covid-19.
Síðani síðst í oktober er hinvegin funnin millum 1400 og 2000 smittað um dagin. Talið av innløgdum var í gjár 246.
Talið av innløgdum veksur vanliga eitt sindur seinni, tá talið av smittaðum økist.
/ritzau/