Sertannlækni í ortodonti settur

Halldis á Grønastøð er fyrsti sertannlækni í orto­donti, sum Tórshavnar komm­una set­ir í starv á Tann­lækn­a­stov­uni

Kommunan hevur sam­bært lóg ábyrgd at veita børnum viðgerð av tann­sjúk­um og tann­javn­ing. Nógvu sein­astu ár­ini hev­­ur komm­­un­an havt tæn­­ast­­u­­sátt­­mála við Berg­tóru Han­us­ar­dótt­ir um hes­ar upp­gáv­ur.
Nú kemur kommunan sjálv at standa fyri hesum. Um­leið ein triðingur av hvørj­um árgangi hevur tørv á ser­tann­lækn­avið­gerð.
Tá Skúlin við Løg­manna­breyt varð bygdur, vórðu stór og góð høli sett av til tann­lækn­a­stovu, og ætl­anin er nú at inn­rætta ser­tann­lækn­a­stovu við nýggjari og fram­komn­ari út­gerð.
Halldis á Grønastøð byrj­aði í starv­­­i­num í dag.