Móttøkan byrjaði við at Mary í Garði, leiðari í Heimarøktini og Serforsorgini, sum Serstovnadeildin er ein partur av, bjóðaði øllum vælkomin.
Eisini hildu Hans Pauli Strøm landsstýrismaður og Malena Arnholdsdóttir, formaður í Javna, talur.
Leiðarin á Serstovnadeildini, Bjarni Clementsen, segði í sínari talu, at tey høvdu valt at gera eitt sindur burturúr hesum degnum. Fyrst og fremst fyri at gera vart við at Serstovnadeildin er til og ger eitt stórt arbeiði á einum øki, sum ikki so nógv geva sær far um.
"Á verkstøðum og verkhúsum okkara kring landið hava vit roynt at markera dagin, við at bjóða lagkøku, so brúkarin eisini skal merkja at vit hava føðingardag" segði hann.
Síðan kom hann inn á hvat Serstonvadeildin er:
Serstovnadeildin er ein eftirkomari av virkseminum, sum Statens Åndssvageforsorg byrjaði í Føroyum í 1971, fyrst undir leiðslu av Storstrøms Amt í Danmark, síðani undir leiðslu av Socialstyrelsen/Sosialministerienum í Keypmannahavn.
Seinni bleiv navnið Statens Åndssvageforsorg skift út við navnið Andveikraverndin, sum í 1988 bleiv ein landsstovnur undir Almannastovuni og Føroya Landsstýri.
Andveikraverndin bleiv avtikin í 1994 og virksemið být sundur millum deildir á Almannastovuni. Í 1998 bleiv Serstovnadeildin ein partur av Heimarøktini og Serforsorgini, tá virksemið hjá Almannastovuni bleiv býtt í tveir stovnar undir Almannaráðnum.
Í dag rekur Serstovnadeildin 25 stovnar (32 eindir): 6 verkstøð/verkhús við 125 plássum, 5 bústovnar (8 eindir) við 41 plássum,
10 sambýlir (14 húskir) við 74 plássum (tilsamans 115 búpláss) og fýra
umlættingarheimvið 14 plássum.
Í 1973 byrjaði sjálvt Verkstaðið Vón, sum vardur verkstaður í leigaðum hølunum hjá Losjuni á Tinghúsvegnum í Havn, og flutti síðani í nýggj hølir her á Argjum í 1980. Tíverri brendi hesin verkstaðurin í grund í 1996, og vit fingu høvið at byggja ein nýggjan bygning á sama stað, sum hin bygningurin stóð.
At enda takkaði Bjarni Clementsen øllum sum hava starvast í skipanini tey farnu 10 árini, bæði teimum á stovnunum, sambýlunum, verkstøðunum, í fyrisitingini, stovnsleiðarum og øllum hinum, sum hava gjørt sítt til at so nógv er komið burturúr.
Framsýning var av lutum hjá Vón og Virkni. Eisini spældu Ælabogin og M-as Blues Band. Høvið var at síggja verkstaðin og heilsa upp á leiðsluna í Heimarøktini og Serforsorgini og onnur, sum starvast í skipanini.