Í løtuni er tað serliga Suðuroyarkabarettin, ið setur dám á í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
Men leygarkvøldið verður øðrvísi. Bæði so og so, tí tá hendir nakað so sjáldsamt, sum at eitt hornorkestur og eitt kirkjukór hava jólakonsert saman.
Leygarkvøldið, 25. nov., kl. 19 verður SALT karmur um eina forkunnuga jólakonsert,
har Kirkjukórið Ljómur og Tvøroyrar Hornorkesturfara at framføra hvør sær og saman.
Á skránni verða jólasangir úr øllum heiminum,
so lagt er upp til eina hugnaliga og friðsæla løtu.
Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á SALT.FO











