Serstakur sendiharri

Nýggi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, er ikki sum sendiharrar flest. Hann er sonur fyrrverandi stjóra í Bank of America. Hann hevur skrivað handrit til fleiri stórar Hollywood-filmar. Hann skaffaði eina milliard dollarar til valstríðið hjá Barack Obama. Nú hann vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð sigur Rufus Gifford, at føroyingar skulu merkja, at hann er okkara sendimaður

»Ávegis til triðja partin av danska kongaríkinum. Søgur um lundar, flagtøk og fyrimyndarligan fiskiskap«. Soleiðis skrivaði Rufus Gifford á Twitter, tá hann stóð á flogvøllinum í Kastrup, og var á veg til Føroya. Saman við boðunum hevði hann lagt eina mynd av skerminum í Kastrup, sum segði nær fráferðin til Føroya var. Síðani hann kom til Føroya, hevur hann lagt myndir av flagtekjum, Nólsoynni og ymsum øðrum út.
Rufus er ógvuliga virkin á sosialum miðlum, Twitter og serliga Instagram, har hann letur fólki koma heilt nær at tí, hann tekst við í gerandisdegnum. Í so máta er Rufus munandi øðrvísi enn síni undangongu fólk. Og tað er hann á so nógvar aðrar mátar.

Frá Hollywood til Obama
Rufus Gifford er føddur í 1974. Hann er sonur fyrrverandi stjóra í Bank of Boston, sum seinni gjørdist partur av Bank of America, har pápin eisini var stjóri og nú er nevndarlimur. Familja hansara er ógvuliga væl fyri fíggjarliga, og tað lá onkursvegna í kortunum, at Rufus Gifford skuldi vera knýttur at banka- og fíggjarheiminum, eins og so mong onnur í hansara familju.
Men Rufus vildi tað øðrvísi. Hann arbeiddi í mong ár í Hollywood, har hann skrivaði handrit til stórar filmar fyri eitt nú 20th Century Fox.
Millum annað var hann við at gera 'Dr. Dolittle 2' við Eddie Murphy, 'First Daugther' við Katie Holmes og 'Life or something like it' við Angelina Jolie. Hann hevur enn tá sjálvur havt ein leiklut í Garfield filminum frá 2004.
Tá Rufus Gifford var í Hollywood, hjálpti hann John Kerry eitt sindur í hansara royndum at gerast valevnið hjá demokratunum til forsetaembætið. Tá tað gjørdist greitt, at John Kerry gjørdist valevnið hjá demokratunum, legði Rufus Gifford Hollywood aftur um seg, og fekk ábyrgdina av pengainnsavnanini hjá Kerry á amerikansku vesturstrondini.
Við Huffingtonpost hevur John Kerry sagt, at Gifford hevði stóran alsk til filmsídnaðin, men alskurin til landið og tess kós var uppaftur størri.
- Hann gjørdist ein legenda í okkara innsavnan, hevur John Kerry sagt. Seinni fekk Gifford somu uppgávu, tá Barack Obama fór undir sítt valstríð. Gifford stóð á odda fyri at savna omanfyri eina milliard dollarar til valstríðið hjá sitandi amerikanska forsetanum.
Tað er eisini tí, at hann er vorðin sendimaður. Amerikansku forsetarnir hava fyri vana at gera trúgvar og drúgvar stuðlar til sendimenn, sum løn fyri stríðið og hjálpina, teir hava veitt teimum.

Er altíð sendimaður
- Mær dámar væl at taka kjansir. Eg fylgi hjartanum í tí, sum eg geri og lati lívið føra meg har til, sum eg skal fara. Eg royni ikki at yvirhugsa mínar avgerðir. Eg elski at merkja passjón og lívið har, sum eg eri. Tí vil eg eisini so gjarna hitta onnur fólk enn politikkarar og vinnulívsfólk. Eg vil sleppa at fiska, og eg vil sleppa ein túr í fjøllini. Eg vil royna føroyskan mat, og vera nær fólkunum. Eg veit væl, at tað ikki er serliga sannlíkt í mínari støðu, men eg má sum tað minsta gera eina roynd at røkka hesum. Men eg eri ongantíð ikki-sendimaður, greiðir Rufus Gifford frá, tá vit hitta hann við morgunmatarborðið á Hotel Føroyum hósmorgunin.
Hetta er hansara fyrsta ferð í Føroyum. Sostatt hevur hann verið í øllum pørtum av ríkisfelagsskapinum, sum hann sjálvur skrivaði á Twitter. Áðrenn Føroyaferðini hevur Rufus Gifford eisini vitjað í Grønlandi.

Vandar sær um orðini
- Danska kongaríkið er nakað serstakt. At Føroyar og Grønland eru partur av ríkisfelagsskapinum er ein gáva. Hetta gevur sjálvandi nakrar serliga avbjóðingar, men eisini nakrar fantastiskar møguleikar. Av tí sama er tað ein stór avbjóðing hjá mær at finna út av, hvussu eg ikki bara kann tæna fólkinum í Danmark, men eisini føroyingum og grønlendingum. Føroyingar og grønlendingar skulu vita, at eg eisini eri teirra sendimaður. Tað krevur ein stóran innsats frá mær, tí eg eri ikki hinumegin vegin og fjarstøðan er stór. Eg eri greiður um, at tað eru nakrar ósemjur millum Grønland og Danmark, og eisini millum Føroyar og Danmark. Tað er einki ónatúrligt í tí heldur. Men amerikanska sendistovan er ikki beinleiðis partur av hesum. Vit ynskja at vera samstarvsfelagar hjá øllum pørtum í ríkinum, sigur Rufus Gifford.
Eingin ivi er um, at maðurin dugir væl at tosa. Og hann er ógvuliga tilvitaður um tey orð, hann velur at brúka, tá hann verður spurdur ítøkiliga um viðurskifti í ríkisfelagsskapinum. Men tá prátið fellur inn á Føroyar og meiri óforpliktandi viðurskifti, so er Gifford munandi meiri opinskáraður.
- Clinton var nemliga í Føroyum eisini, sigur Gifford, tá eg nevni vitjanina hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum.
- Hann búði í mínum kamari, skemtar Gifford og sipar til Clinton-suitina, sum kamarið á Hotel Føroyum eitur, har Gifford býr á Føroyaferðini.
- Vónandi fara tey at broyta navnið, nú eg havi vitjað her, flennir Gifford.

Stuðlar hjúnarbandi millum samkynd
Sum áður nevnt, so er Rufus Gifford munandi øðrvísi enn sínir undangongu menn. Hansara bakgrund og aldur er eitt, men Rufus Gifford er eisini samkyndur og livir saman við djóralæknanum Stephen DeVincent.
Í gjár segði LGBT Føroyar, felagsskapurin hjá eitt nú samkyndum, at dagurin í gjár var søguligur av tveimum orsøkum.
- Fyrsta orsøkin er, at Føroyar í dag eru almennir vertir fyri fyrsta opna samkynda sendiharranum, ið hevur vitjað her á landi. Næsta orsøkin er, at løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn hava í dag lagt fyri tingið trý uppskot til ríkislógartilmæli, sum tilsamans skulu gera tað møguligt hjá samkyndum at giftast í Føroyum, gjørdi LGBT Føroyar greitt í tíðindaskrivi.
- Eg haldi, at tey skuldu fegnast um uppskotini fyrst og fremst, sigur Gifford og sipar til raðfylgjuna í skrivinum frá LBGT.
- Eg stuðli 100 prosent, at samkynd kunnu ganga saman í hjúnarlag. Í hesi vikuni eru tað tíggju ár síðani, at mín heimstatur, Massachusetts, sum tann fyrsti loyvdi hjúnarlagi millum samkynd í USA. Síðani hava vit havt eitt gløðandi og gevandi kjak um hetta evnið, sum hevur ført við sær, at fólk í USA skilja, at fólk sum eru glað og elska hvønn annan, skulu hava loyvi at giftast. Nú tíggju ár seinni eru tað 16 statir, sum loyva hjúnarlagi millum samkynd. Men eg skilji væl, at fólk hava sterkar meiningar um hetta, sigur Rufus Gifford.
Rufus Gifford kom til Føroya týskvøldið og fer avstað aftur seinnapartin fríggjadagin. Á ferðini hevur hann heilsa upp á løgmann og politisku floksformenninar, hann hevur vitjað ávís feløg og fyritøkur og á Fróðskaparsetur Føroya.