Serstakur heiður til Frisk

Svenski dómarin fekk eitt sonevnd Presedential Award á árligu gallaveitsluni hjá FIFA í Sveis. Presedential Award er ein serstakur heiður, sum verður latin onkrum sum hevur gjørt nakað serstakt fyri fótbóltin.
Frisk hevur í fleiri ár verið millum bestu dómarar í heiminum, men hann kom rættiliga í brennidepilin í vár, tá hann var offur fyri harskapi á Olympiska Stadion í Rom. Seinni varð hann eisini hóttir eftir lívinum, tá Jose Mourinho vildi vera við, at Frisk hevði tosað við venjarin hjá Barcelona, Frank Rijkaard, í hálvleikinum, tá Chelsea vitjaði í Barcelona. Ein hending, sum at enda fekk Frisk at takka fyri seg í altjóða dómarahøpi.
Tað var FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sum handaði virðislønina, og sjálvur tóktist Frisk rørdur um heiðurin.
- Tað einasta, sum eg havi roynt at gjørt, er at tæna fótbóltinum. Fótbólturin er ein deilig ítrótt, og hvør einstakur okkara eigur at gera sítt til, at hetta spæl kann mennast enn meira, segði fegni sviin.