Serstakt tónleikatiltak í Frelsunnarherinum í Kvøld

75 ára dagurin hjá hornorkestrinum hjá Frelsunnarherinum verður markeraður við einum serstøkum tónleikatiltaki í kvøld Hósdagin 23. oktober hátíðarhelt Hornorkestur Frelsunnarhersins í Havn sín 75 ára stovningardag við einari skrúðgongu gjøgnum miðbýin í Havn, og ymsum smærri tónleikaframførslum. Tórshavnar Býráð bjóðaði eisini til morgunmat, og vitjaðu 6 limir í hornorkestrinum í Rásarúminum hjá Rás2. Í kvøld verður eitt serligt tónleikatiltak. Tónleikatiltakið, sum verður nevnt ?Musikfest? byrjar í salinum hjá Frelsunnarherinum í kvøld kl. 18. Umframt tónleikaframførslur við eldri og nýggjari tónleiki, so verða eisini myndir og søgubrot sýnd á stórskíggja.