Eitt serstakt tiltak verður í Sora Pakkhúsi í Vági í kvøld, har roynt hevur verið at savnað tónleikakreftir úr Suðuroynni til eitt tiltak á sama palli. Tónleikarar eru sjálvsagt nógv upptiknir hesa ársins tíð, men eydnast hevur at savnað eitt breitt úrval av tónleikarum á sama pall í Vági í kvøld.
Talan er bæði um royndar tónleikarar við mogum árum á baki á palli, og um ungar, men góðar og væl royndar tónleikarar, hóast sín unga aldur.
Skráin fyri tiltakið í "Rokkur og Poppur úr Suðuroy" í Stóra Pakkhúsi í kvøld:
Johan Í Kollafirði
Hjalmar Magnussen & Dagfinn Olsen
Ingi Poulsen
Gurið Djurhuus & Sjúrður Djurhuus









