Serstakt øki kring ánna

Hjá teimum ið dáma væl at fiska laks, er Skjern Å avgjørt eitt ferðamál. Møguleiki er enntá at sláa eitt met um størsta laksin í ánni.

Skjern Å liggur, sum navnið sigur, í nánd av býnum Skjern í Vesturjyllandi. Hon er somuleiðis 4. størsta og vatnríkasta áin í Danmark.

Tað er kortini ikki hetta sum ger ánna serstaka. Tað er heldur tann veruleiki, at Skjern Å í dag hevur heiti sum tjóðpark, eftir at økið kring ánna fekk henda heiðurin í 2008.

Nationalpark Skjern Å fevnir um eitt øki uppá 24.500 HA, harav 16.000 HA eru náttúra og skógur. Nevnast má, at økið hevur bæði lokalan og altjóða týdning, tí fleiri sjáldsom og hótt djóra- og plantusløg finnast her.

Millum hesi djórini er oturin sum er komin aftur, eins og tann sonevndi Skjernå-laksurin, sum ger økið til eitt paradís fyri stuttleikafiskarar.

Fleiri teirra hava havt góða eydnu at fáa laks í ánni, og teimum so líkt, er eisini ein kapping um at fiska tann størsta.

Metið higartil er frá apríl mánaði í fjør, tá ein heppin stuttleikafiskari dró ein 18 kilo tungan laks úr ánni. Her kundu føroyskir stuttleikarar uttan iva havt bjóðað seg fram fyri at kappast um metið.

Annars er Nationalpark Skjern Å merkt av fleiri parkeringsplássum við útsýni, borðum, stólum og onkustaðni eisini grillplássum.

Møguleiki er eisini fyri at sigla við kano, eins og møguleikar eru fyri primitivum leguplássum á leiðini.


mynd



MET-LAKSUR

Hevur tú hug at fiska laks – og kanska seta danskt met, er bara at royna eydnuna við Skjern Å. Tann størsti higartil vigaði 18 kilo