Serstakt áttamannafar á Sjómannadegnum

Á Sjómannadegnum í Klaksvík kunnu fólk síggja eitt heilt serstakt áttamannafar.

 

Talan er um bátin Mjølnar, sum er eitt gamalt áttamannafar úr Svínoy. Hildið verður, at Mjølnar ivaleyst er eitt tað seinasta áttamannafarið, sum er bygt til útróður uttan motor.

 

Í Svínoy eru nógvir gamlir bátar, sum eru í rímuliga góðum standi. Stig er tikið til at gera nakað við varveitingar og framsýning av hesum bátum. Felag er stovnað og farið er undir at samlað pening, sum krevst til slíkt virksemi. Tað er Ólavur Hátún, mentamaður úr Havn, sum er barnvaksin í Svínoy ið hevur tikið stig til at stovnað varveitingarfelagið.

 

Fyri at gera vart við felagið verður hetta áttamannafarið sýnt fram á Stongunum á Sjómannadegnum.

 

Tað vóru Válamennirnir saman við teimun Har Heimi og øðrum, sum lótu Mjølnar byggja nakað áðrenn seinna kríggið. Poul Jóhs. Poulsen úr Yvirtovu, vanliga nevndur Pollarin, smíðaði bátin, sum nú verður at síggja á Sjómannadegnum.