Serstakt at ferma sína egnu dóttir

- Eg fari at royna at vera ein góður familjumaður, pápi og prestur, sigur Havstein Klein, prestur í Todnesi á Sandi.

 

Hvussu heldur tú jól, og hvat siga jólini tær?

 

- Vit fara í kirkju, eta ein góðan døgurða, lesa jólaevangeliið, syngja jólasálmar, eta rís alamande, pakka jólagávur upp, hugna okkum saman við familjuni. Vit hava verforeldrini á vitjan, og tað er hugnaligt.

 

Tað sigur Havstein Klein, sum er prestur í Sandoyar sýslu prestagjaldi og býr í Todnesi á Sandi.

 

- Jól hava nógv at siga í mínum hugaheimi. Á jólum minnast vit á serstakan hátt, at Jesus Kristus varð føddur. Hetta er grundin til, at vit halda jól, og tí er jólaboðskapurin eisini ein miðdepil í hátíðini.

 

Hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?

 

- Vit eta dunnu jólaaftan, annars eta vit ræst kjøt, og hetta er fyrstu ferð, at vit hava ræst kjøt av egnari framleiðslu.

 

Hvussu hevur 2015 verið fyri teg?

 

- Stak gott. Vit vóru sum familja sera væl móttikin her í Sandoynni. Bæði børn og vaksin trívast; tí hevur 2015 verið eitt gott ár fyri meg.

 

Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2015?

 

- Um eg skal nevna nakra serstaka hending, so varð elsta dóttirin, Dina, konfirmerað. Hetta var ein stórur dagur í lívi okkara. Sjálvur, sum prestur, at sleppa at ferma elstu dóttrina, var serstakt.

 

Havstein Klein sigur seg ikki koma í tankar um nakra keðiliga hending í 2015.

 

Men, hvat hevur presturin í Todnesi á Sandi so sett sær fyri at gera (náa) í 2016?

 

- Eg fari at royna at vera ein góður familjumaður, pápi og prestur, sigur Havstein Klein.