Serstakir robottar skulu loysa boripallar

Heimsins størsta skip - Pioneering Spirit - skal hiva boripallin upp á dekkið, tá beinini eru skorin leys við nýggjastu robot-tøkni, sum eitt felag í Esbjerg hevur ment.

 

Frálandafyritøkan SubC Partner í Esbjerg hevur ment eina serliga tøkni, sum skal brúkast til at skera beinini undan boripallum, sum ikki verða brúktir meira. Hósdagin fer fylgiskipið - Fortitude - út á Tyra-leiðina við serligu útgerðini hjá SubC Partner, og nú skal nýggja robot-tøknin standa sína roynd.

Soleiðis stendur fyritøkan - SubC Partner - í Esbjerg nú yvirfyri einari sera spennandi og tøkniliga avbjóðandi uppgávu. Tøknin, sum fyritøkan hevur ment, hevur fingið heiðurslønir, og spenningurin er stórur, hvussu henda uppgáva fer at taka seg út. Tá pallurin er leysur av botni, kemur heimsins størsta skip - Pioneering Spirit - út á leiðina og skal lyfta pallin upp úr sjónum og upp á skipið.

Jydske Vestkysten skrivar, at tá Pioneering Spirit leggur at boripallinum einar 225 kilometrar vestan fyri Esbjerg, verður tað næstan sum at fáa ein siglandi bý á vitjan. Pioneering Spirit er 124 metrar breitt og næstan ein hálvan kilometur langt. Tað eru bara tríggjar havnir í heiminum, har skipið kann leggja til bryggju.

Útgerðin, sum SubC Partner skal brúka á Tyra-leiðini, er eitt nú seks sermentir "robot-crawlarar", sum skulu skera beinini undan pallinum einar 40 metrar undir havyvirflatuni. Robottarnir skulu skera ígjøgnum velduga stóru stálbeinini við sand-og vatnstrálum við ultrahøgum trýsti.

Tað sermerkta er, at uppgávan skal fremjast uttan kavarar í sjónum, men úr einum mobilum eftirlitsrúmi, sum er sett upp umborð á fylgiskipinum, Fortitude. Alt hetta er tøkni, sum hevur kravt hart arbeiði í fyritkøkuni úr Esbjerg.

- Hetta eru stórir dagar, sum liggja fyri framman. Vit hava arbeitt dag og nátt fyri at gerast lidnir og til reiðar til uppgávuna. Men, vit eru errin av, at álitið á okkum hevur verið so stórt, og at vit kunnu lyfta hesa uppgávu, sigur Tonny Klein, stjóri í SubC Parter, við Jydske Vestkysten.

Stjórin leggur aftrat, at her stendur nógv upp á spæl, og tað er ógvuliga avgerandi, at beinini eru skorin av, tá Pioneering Spirit kemur. Hósdagin fer so fylgiskipið - Fortitude - úr havnini í Esbjerg, og hetta er skipið, sum skal flyta serstøku robot-útgerðina út á Tyra-leiðina, soleiðis at beinini kunnu skerast undan boripallinum.

Fyrr í summar varð SubC Partner kosin at vera tann danska fyritøka, sum hevur størst vakstrarpotentiali. Hetta hendi í finaluumfarinum hjá Scale-Up Denmark, sum í ár fór fram á netinum. Tað vóru níggju finalistar, sum hesaferð kappaðust um heiðurin.