´Serstakar hendingar á sjónum´ út á nýggjum

Bókin ´Serstakar hendingar á sjónum´ er nú endurprentað, og fæst í sølubúðum kring landið. Tá hon kom út til jóla, varð hon rivin burtur eftir bara seks døgum.

 

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir bókini, og nú er hon útafturkomin.

 

Tað er Torleif Johannesen av Nesi, ið hevur skrivað bókina. Í sínum starvi sum

sjómanstrúboðari hevur hann frætt um nógvar ymiskar hendingar á sjónum, og nakrar av

teimum hevur hann fest á blað, og tær eru í bókini.

 

Tað eru føroyskir sjómenn, sum siga frá, og hendingarnar fara fram undir Føroyum,

Íslandi, Grønlandi, í Irmingarhavinum, New Foundlandi, Kili, Eystursjónum og

Norðsjónum frá 1935 til 2009.

 

Nakrar av teimum 18 hendingunum, ið eru umrøddar í bókini, eru so persónligar, at

hvørki konan, manningin ella reiðaríið frætti um tær. Nú ber kortini til at lesa,

hvat hendi.

 

Til dømis ber til í bókini at lesa um Ingolf Heinesen, sum andaði deyðan í seg, um

fimm brøður á søkkandi báti, um Kristian Martin Rasmusen, sum fekk bønarsvar í

dreymi, um Tórhall Andreassen, sum fýra ferðir er forlistur, um Fuglberg, sum

bóltaði rút, um Ólav Samuelsen, sum ofta fekk vitjan í dreymum, um Jacob Petur

Jacobsen, sum fekk skilaleyst bønarsvar, og um Ásbjørn Kjærbo, sum visti um roktúr,

áðrenn teir loystu.

 

Fleiri av hendingunum eru ikki bara serstakar, men eisini undranarverdar.