Serstøk skip á Sandi

Sands Havn verður ein teirra, sum vitjað verður í samband við Regattasiglingina hjá Felagnum Føroysk Træseglskip komandi ár. - Vit fegnast um, at sjóneykan nú eisini verður sett á Sand, sigur borgarstjórin, Brandur Sandoy.

Hóast tað nærum er eitt ár til træseglskipini leggja til brots, er greitt, at vitjanin á Sandi verður fríggjadagin 6. juli. Í hesum sambandi skipar Sands kommuna fyri hugnaligari móttøku á bryggjuni, við harmonikutónleiki og øðrum undirhaldi.

- Umframt at varpa ljós á og økja um áhugan fyri føroysku seglskipunum, gleðist Sands kommuna um at kunna bjóða oyggjafólki og fólki úr øllum landinum hjartaliga vælkomin til perlu okkara heima á Sandi, sum verður karmur um hetta trivnaðartiltak, leggur borgarstjórin aftrat.