0-3. Sjálvur býurin hevur uml. 10.000 áskoðarar. Føroyska talvlandsliðið hevur eisini verið í Bled. Fyri stuttum var altjóða fótbóltsserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Ivan Eginson í Slovenia. Hann og vinmennirnir fóru ein túr til Bled. Har komu teir fram á eina serstaka George Best-pub. Eigarin av pubbini er úr Norður-Írlandi. Eigarin var tíverri ikki heima, so hann fingu teir ikki heilsa uppá. Men Ivan og vinmennirnir fóru kortini innar. Og tað vísti seg, at øll pubbin var skrýdd við George Best-tekningum og málningum, umframt tekningum av norðurírska landsliðnum, sum teirra trúgvu viðhaldsfólk nevna: “Norn-Iron”. George Best livdi frá 1946 og til 2005. Hann varð valdur triðjibesti fótbóltsleikari í 20. øld av altjóða fótbóltsserfrøðingum. Men hann fór illa við sær sjálvum, og sínum nærmastu, og at enda segði livurin stopp! George Best varð valdur Ársins Leikari í Evropa, í 1968. Sama árið vann hann evropeiska meistaraheitið fyri lið saman við liði sínum, Manchester United. Á stuttligu myndunum sæst Ivan Moskalenko uttanfyri pubbina, og eisini innanfyri.