Ross
DNA kanningar av gamla føroyska rossaslagnum, ið Felagið Føroysk Ross hevur latið gjørt við Sveriges lantbruksuniversitet, staðfesta endaliga, at talan er um serstakt rossaslag. Kanningarnar eru fíggjaðar við stuðli úr Vinnumálaráðnum.
Felagið Føroysk Ross (ið er áhugafelag teirra, ið streva við at varðveita gamla rossaslagið, Føroyska rossið) hevur hesi seinnu árini lagt doyðin á at fáa loyst nøkur grundleggjandi mál:
-Í 2002 vórðu lunnar lagdir undir og skjøtul settur á at byggja upp ein ílegugrunn (genbanka) við niðurfrystum rossasáði á Royndarstøðini í Kollafirði.
-Í 2003/2004 hevur arbeiðið snúð seg um at fáa gjørt eina DNA kanning og arvafrøðiliga lýsing av stovninum. Hesin setningur er nú eisini náddur, og er tað gjørt í samstarvi við Sveriges lantbruksuniversitet (SLU), deildin fyri arvafrøðivísindum hjá húsdjórum. Hettar er sama yrkisumhvørvið, sum ókeypis hevur gjørt blóðkanningar av føroysku rossunum, heilt síðan Felagið Føroysk Ross fór til verka í 1978.
Í síðstu viku hittust serfrøðingar í arvafrøðivísindum hjá húsdjórum til stóra altjóða ráðstevna í Tokyo, nevnd ISAG 2004. Har legði Dr. Sofia Mikko frá SLU, ið hevur staðið fyri arvafrøðikanningunum, m.a. fram um Føroyska rossið. Úrslitið av hennara DNA kanningum er ógvuliga áhugavert, og púra greitt:
Føroyska rossið er egið slag, og eingin ábending er um uppíblanding. Orsakað av, at stovnurin gjørdist so sera lítil í 1960 árunum, er arvafrøðiliga fjølbroytnið lítið. Hóast hettar, eru eingi tekin um beinleiðis arvafrøðiligan innannøringsvanda. Tað rossaslag, ið er næst skylt við Føroyska rossið, er, ikki óvæntað, Íslandsrossið. Tínæst koma rossasløg úr keltiska økinum. Úrslitini eru somikið áhugaverd, at Sofia Mikko og tey ætla at gera fleiri kanningar, og at skriva vísindagrein um evnið.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fekk 15. september handað eitt eintak av ISAG 2004 póstaranum, og evnið hevur eisini verið til umrøðu í Gentilfeingisnevndini hjá Vinnumálaráðnum fyrr í mánaðinum. Bjarni Djurholm er sera væl nøgdur við úrslitið, og hevur tikið stig til, at ein hægri játtan verður sett av til økið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 var framhaldandi politiskan stuðul til málsøkið.
Hesar DNA kanningarnar, og somuleiðis stovnanin av sáðbankanum í 2002, eru fíggjaðar við stuðli av løgtingsfíggjarlógarjáttanini til varðveitslu av gomlu húsdjórasløgunum.
Felagið Føroysk Ross læt í 1985/87 gera eina nágreiniliga og dygdargóða fenotypiska (fenotypa=framkomuskap/sjóndareyðkenni) allýsing av Føroyska rossinum. Hesum stóð danin Henning Rasmussen, landskonsulent i hesteavl, fyri. Við tí arbeiðinum varð rossaslagið allýst, tá um útsjónd og kropsburð ræður. Henning, ið tá varð hildin vera ein hin fremsti hestakennari í Danmark, nevnir í síni allýsing av Føroyska rossinum, at slagið hevur mangar dygdir, m.a. framúr góð bein og góðar hógvar.
Við teimum væl grundgivnu lýsingunum av Føroyska rossinum, nevndar eru omanfyri, er eitt próvfast grundarlag fingið til vega at byggja stovnin víðari á. Sostatt er klárt at bretta upp um armar, og hvør í sínum lagi, einstaklingar, felagsskapir, stovnar og myndugleikar, at geva sítt íkast til felags málið, nevniliga skjótast møguligt at fáa stovnin upp á eitt tryggari, burðardyggari støði - t.e. eini 200 til 300 ross.
Ikki fyrr enn stovnurin er fjølgaður á eitt tílíkt støði, eigur at verða farið undir miðvíst úrvalsarbeiði, t.d. at leggja seg eftir ávísari hædd/stødd, gongulagi, sinnalagi, liti o.tíl. Soleiðis vóru m.a niðurstøðurnar hjá íslendska húsdjórafrøðinginum, Stefan Aðalsteinssyni, í hansara aliráðleggingartilmæli til Felagið Føroysk Ross í 1997. Skulu vit einaferð í framtíðini náa fram á marknaðin við einum stovni av góðum brúksrossum, serliga vælegnaði til børn og ung, er tað tí av alstórum týdningi, at rossafólk, bóndur og onnur áhugaði nú leggja sín lut í arbeiðið, og vilja halda sær Føroysk ross aftrat øðrum brúksrossum. Og hvør veit, kanska kundi gamli siðurin við "tøkuhestum" (ross, ið tóku seyð) verði tikin upp aftur, møguliga sum ítróttargrein.
Í 1880 árunum var rossastovnurin umleið 800 ross; í 1960 árunum vóru bert eini 4-5 føroysk ross eftir, og nú er stovnurin íalt knapt 50 ross. Tí er framvegis langt eftir á mál. Føroyar hava bundið seg til m.a Norðurlendsku ásetingarnar um varðveitslu av gomlu húsdjórasløgunum og somuleiðis til altjóða ásetingarnar um varðveitslu av arvafrøðiliga margfeldinum.
Nú í september hevur Nordisk Genbank Husdyr (NGH) fingið tilfar um Føroyska rossið at leggja í teirra dátugrunn, ið er atgongdur á alnótini. Hini húsdjórasløgini koma eisini við, so hvørt teksturin verður skrivaður. Leinkjan til Føroyska rossið er: www.nordgen.org/husdyrdatabase/visrase.asp Teksturin til NGH dátugrunnin er at meta sum upplýsingarnar frá teimum almennu Føroyum á hesum málsøkinum (upplýsingarnar eru staðfestar av Gentilfeingisnevndini hjá Vinnumálaráðnum). NGH dátugrunnurin er eitt sera týdningarmikið vindeyga út í heimin, og næsta stigið verður dátugrunnurin hjá ST-stovninum FAO (DAD-IS). Teimum, ið ynskja nágreiniligari upplýsingar um Føroyska rossið, verður mælt til at royna NGH heimasíðuna, sí omanfyri.