Serskatting av hjúnum

Hóast nógvar atfinningar vóru móti uppskoti Sambandsfloksins um serskatting av hjúnum, so vóru tó nøkur, sum sóu tað skilagóða í uppskotinum og fingu tað samtykt.

 

Flemming Mikkelsen,

løgtingsmaður


Hóast nógvar atfinningar vóru móti uppskoti Sambandsfloksins um serskatting av hjúnum, so vóru tó nøkur, sum sóu tað skilagóða í uppskotinum og fingu tað samtykt.


Uppskotið, um serskatting av hjúnum, sum Flemming Mikkelsen, vegna Sambandsflokkin, legði fyri løgtingið, hevur vakt ans bæði fyri og ímóti.


Atfinningar

Í fyrstu atløgu var tað samgongan, sum ikki kundi semjast um uppskotið, hóast tað var fult í samsvari við teirra egna samgonguskjal.

Síðani gjørdi Javnstøðunevndin vart við seg, og fanst hvassliga at uppskotinum við tí ómotiveraðu yvirskriftini, at her var talan um eina serliga skattalóg fyri giftar menn, og fastlæsing av kvinnum.

Teimum á baki kom Kvinnusamskipan Føroya, sum harliga fanst at ætlanini at geva hjúnum serlig skattarættindi, bara tí tey eru gift.


Gevur valmøguleikar

Hóast alt hetta negativa, vóru tað onnur, sum sóu nakað positivt í málinum, og sum tordu at gera vart við seg. Hesi søgdu sína hugsan um tær samfelagsbroytingar, fram eru farnar í seinnu helvt av nú farnu øld, eisini innan familjuna, har foreldur, um tey vilja tað ella ikki, eru noydd at vera í vinnu, fyri at klára dagin og vegin.

Hesi mettu, at uppskotið var gott, tí hjún (serliga við børnum), eftir hesum fáa ein valmøguleika, um so er, at fíggjarligir møguleikar eru fyri, at annað av foreldrunum kann vera heima og ansa børnunum.

Nú áliggur tað landsstýrismanninum í skattamálum at tilevna eitt lógar-uppskot, sum er í samsvari við uppskotið, sum løgtingið samtykti.