Sersáttmáli um arbeiði á Faroe Pelagic undirskrivaður

Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Faroe Pelagic hava í morgun undirskrivað sersáttmála. Sersáttmálin ásetur treytirnar fyri arbeiðið á virkinum hjá Faroe Pelagic í Kollafirði.

Fyri viðurskifti, sum ikki eru serliga ásett í sersáttmálanum, eru høvuðssáttmálarnir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og ávikavist Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag galdandi.

Eisini er Faroe Pelagic vorðið limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sostatt yvirtekur sersáttmálan við arbeiðarafeløgini um virksemi hjá Faroe Pelagic.