Sersíða um arbeiðsumhvørvi og covid-19

Føroyska arbeiðsumhvørvislóggávan hevur ikki ítøkiligar reglur um støður, har ein altjóða smittuvandi kann gerast ein trupulleiki fyri arbeiðsumhvørvi.

Lóggávan ásetur tó, at arbeiðsgevarar skulu fremja munadygg tiltøk fyri at verja starvsfólkini, tá arbeiðsgongdin ella viðurskiftini, har arbeiðið verður framt, kunnu hava við sær vanda fyri smittu. Hetta er serliga viðkomandi á arbeiðsplássum, har starvsfólkini eru í samband við nógv fólk.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tískil gjørt eina sersíðu við vegleiðingum um covid-19 og arbeiðsumhvørvi https://arb.fo/corona

Vegleiðingarnar eru:

Bæði Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fáa nógvur spurningar um arbeiðsumhvørvi og covid-19 (corona). Fyri at fáa svara flestu av hesum spurningunum so væl sum gjørligt, er ein funka gjørd á niðast á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, har spurningar kunnu setast talgilt til báðar stovnarnar undir einum.