Serreglur fyri borgar­stjórar

Hóast tingfólk ikki kunnu hava meira enn hálvt alment hjástarv, so hevur løgtingið gjørt serreglur fyri borgarstjórar

Eirikur Lindenskov

Tá miðlarnir gera hesar upp­gerðir yvir, hvussu okkara kosnu menn og kvinnur møta upp á tingi, so plaga um­beringarnar at vera, at tað mangan er trupult hjá fólki í útjaðaranum at møta upp til allar fundir.
Men skuldi hetta passað, so passar tað í øllum førum ikki hjá øllum. Tí hevur Kristin Michelsen trupult við at møta á tingi vegna drúgvu farleiðina, so kann tað sama ikki sigast um tjóð­veldistingkvinnuna Sirið Steen­berg í Vági. Hon hevur møtt á øllum tingfundum utt­an einum – og hon hevur enn longri farleið, enn Kristin Michelsen.
Umberingarnar hjá ting­fólki eru eisini mangan, at ting­arbeiðið er so nógv ann­að, enn at sita á ting­fundi. Eitt nú skrivaðu Sjúrð­ur Skaale og Bjørt Sam­uel­sen Miðla­húsinum eitt bræv í sam­bandi við slíka skriv­ing í 2010, har tey søgdu, at tað ber væl til at skriva álit ella gera okkurt annað polit­iskt arbeiði, meðan tú ert burturstaddur. Tey bæði fyrrverandi fjøl­miðla­fólkini brikslaðu Miðla­hús­in­um, at hetta var »skandalu­jour­nali­stikkur«.
Okkurt kann sjálvandi vera um tað, at tingarbeiði er annað, enn at sita á ting­fundi. Men júst tað at møta upp til tingfundirnar man vera ein stórur partur av tingarbeiðinum, og tá tingið sjálvt ger av, at tey skulu føra protokoll fyri at skráseta, hvussu tingfólk møta, so man tað vera tí, at Føroya Løgting metir tað hava týdning.
Men júst tað, at Kristin Michelsen ikki hevur stundir at møta á tingi man vera tek­in um, at tað ikki riggar so væl at sita sum borgarstjóri og løgtingsmaður í senn. Ting­skipanin sigur eisini, at ting­fólk bert kunnu hava hálvt alment starv umframt tingstarvið. Men tað ber altíð til at gera undantøk. Og tað duga politikarar væl. Ein fyrrverandi borg­ar­stjóri í Klaksvík sat í rættar­nevnd­ini, tá lógin á sinni var til við­gerðar. Og hann fekk bor­ið tað soleiðis í lag, at und­an­tøk vórðu gjørd fyri borgar­stjórar, so teir kunnu hava tvey almenn politisk størv í senn.
Tí ber tað til hjá Kristini Michelsen at hava bæði størv­ini. Hann ger einki ólóg­ligt, men hann er Føroya hægst lønti politikari – og hevur størstu fráveruna á tingi, so kanska okkurt bendir á, at tingskipanin eigur at verða broytt aftur til tað, sum upp­runa­liga varð ætlað við­víkj­andi almennum hjástørvum.