Sernámsnevndin sett hol á arbeiðið

Nevndin ásannar, at kanningin av sernámsfrøðisliga økinum er umfatandi, men vónar at verða liðug til ásettu tíðina

Trímannaða nevndin, sum skal kanna Sernámsdepilin og alt tað sernámsfrøðisliga økið, hevur havt sín fyrsta fund.

Í nevndini sita Hans Trygvi Teirin, Tóra Tóroddsdóttir og Steintór Rasmussen, og tey høvdu fund í Havn mánadagin.

Frammanundan hevur eisini ein fundur verið millum nevndina og landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Torbjørn Jacobsen, sum hevur sett kanningina í verk.

- Vit hava gjøgnumgingið arbeiðssetningin og tosa um, hvussu arbeiðið kann skipast. Enn hava vit ikki lagt ein neyva ferðaætlan, men tað skulu vit gera til nýggjárs, sigur Hans Trygvi Teirin.


Atfinningar og ivi

Kanningin av Sernámsdeplinum og sernámsfrøðisliga økinum er komin í lag, eftir at atfinningar hava verið móti stovninum og økinum.

Løgfrøðingar hava sátt iva um løgfrøðisliga grundarlagið undir Sernámsdeplinum, og politikarar hava kravt, at okkurt varð gjørt við viðurskiftini.

Leiðslan á Sernámsdeplinum segði seg úr starvi, tá Torbjøn Jacobsen kunngjørdi, at ein umfatandi kanning skuldi gerast av stovninum og økinum.

Marita Petersen og Ása Ellefsen hildu, at landsstýrismaðurin hevði sátt iva um leiðsluna, og at útlit ikki vóru fyri, at ein loysn varð funnin á trupulleikunum á stovninum innan rímiliga tíð.


Ongan formann

Nevndin, sum er sett at arbeiða við málinum, skal koma við einum tilmæli til landsstýrismannin áðrenn 1. oktober komandi ár. Hetta tilmæli verður so grundarlag undir víðari politisku viðgerðini av málinum.

- Arbeiðssetningurin er rættiliga drúgvur, og arbeiðið er umfatandi, men vit vóna, at vit kunnu verða liðug til ásettu tíðina, sigur Hans Trygvi Teirin.

Hann sigur, at nevndin ikki hevur valt nakran formann, men at tey hava avgjørt at arbeiða á jøvnum føti.

- Vit trý í nevndini fáa hvør í sínum lagi ábyrgd av pørtum av kanningini, men vit koma sjálvandi at arbeiða tætt saman. Vit eru so fá í nevndini, at vit hildu tað ikki verða neyðugt við einum formanni, sigur Hans Trygvi Teirin.


Byrja eftir ársskiftið

Nevndin hevur avtalað, at næsti fundur skal verða beint eftir ársskiftið, men fram til tann fundin, ætla tey trý í nevndini at samskifta nógv.

Tey skulu gera eina neyva ætlan um, hvussu kanningin skal fara fram, og hvussu teir ymisku partarnir skulu skipast.

Fyrst í komandi ári ætlar nevndin so at fara undir tað ítøkiliga arbeiðið.