Ólavur í Beiti
Rúna Sivertsen var ikki nógv við svarini frá landsstýrismanninum Signari á Brúnni viðvíkjandi skúlanum á Trøðni og Sernámsdeplinum í fyrru spurningum sínum, og tí setti hon 5 nýggjar spurningar til landsstýrismannin, sum Signar á Brúnni hevur svarð uppaftur.
Viðvíkjandi lógargrundarlagnum árini 1990 - 1998, sigur Signar á Brúnni, at hóast heimildirnar til virksemið var og er lógarásett í løgtingslógini um fólkaskúlan, so hevur Skúlin á Trøðni ongantíð verið ein fólkaskúli. Hann er ikki ein kommunalur skúli, og tí ikki stýrdur eftir somu reglum sum ein fólkaskúli, men beinleiðis av fyrisitingini. Reglurnar um heimildirnar hjá skúlanevndum, kommunustýrum, lærararáðum o. s. fr. vóru ikki galdandi fyri skúladeildina í Sernámsdeplinum, sum skúlin verður nevndur í dag.
Viðvíkjandi spurninginum um lógargrundarlagi at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman, sigur landsstýrismaðurin, at tað krevst ikki nakað ávíst lógargrundarlag fyri at leggja hesar báðar partarnar saman í eina eind.
Er Sernámsdepilin ein almennur undirvísingarstovnur undir landinum? verður eisini spurt, og til hetta svarar Signar á Brúnni, at skúlin í Sernámsdeplinum er ein serskúli í Sernámsdeplinum, sum er ein stovnur undir landinum.
Ikki skúlaleiðarastarv
Viðvíkjandi spurninginum um skúlin í Sernámsdeplinum hevur skúlastjóra eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hesin hevur, sigur landsstýrismaðurin, at í skúlanum í Sernámsdeplinum er skúlaleiðari, hvørs heimildir ikki eru ásettar í lóg ella kunngerð. Starvið er tí ikki skipað á sama hátt sum eitt skúlaleiðarastarv í fólkaskúlanum. Skúlaleiðarin og stjórin í Sernámsdeplinum eru báðir settir av landsstýrismanninum og eru partar av fyrisitingini. Landsstýrismaðurin kann altíð umvegis stjóran í Sernámsdeplinum taka aftur ella geva skúlaleiðaranum øktar heimildir.
Og at enda spyr Rúna Sivertsen, hví barnagarsdeildin í Sernámsdeplinum er niðurløgd sum viðgerðarstovnur, og viðgerðarskyldan flutt í almannaverkið?
? Tað hevur verið hildið rætt at leggja so nógv sernámsfrøðiligt virksemi fyri børn sum heild úti, har barnið býr saman við foreldrum, og har sum tørvurin er eyðsýndur. Tað er hetta, ið verður gjørt. At barnadeildin er minkað burtur í einki, er m. a. eisini ein avleiðing av hugburðinum um, at barnið hevur tað best í heimaumhvørvinum. Barnagarðsdeildin er ikki ein sjálvstøðugur stovnur, og kann tí minka, veksa, setast á stovn ella verða niðurløgd við eini av landsstýrismanninum tiknari fyrisitingarligari avgerð, svarar Signar á Brúnni at enda spurningunum hjá Rúnu Sivertsen.