Sernámsdepilin og NSR tænasturnar eita nú Sernám

Í morgin skifta Sernámsdepilin og NSR tænasturnar navn til Sernám Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Navnið Sernám tekur støði í tí, sum stovnurin ger, - at veita sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving.

Samstundis fær stovnurin nýtt búmerki og nýggja heimasíðu.

Búmerkið tekur støði í kúvinga- ella sniglahúsanum.

Spiralurin í kúvinginum kann tulkast sum tilvera, tilgongd og menning. Sniglahúsin ímyndar javnvágina millum tað innara og tað uttara. Tað harða og tað bleyta. Verjuna og tað sárbara.

Spiralurin er teknaður í punktformi, sum kann síggjast sum stig á leiðini í einari tilgongd ávegis móti einum endaligum formi.

Formarnir eru ójavnir og virka soleiðis menniskjansligir og kanska barnsligir. Lyklaorðini eru: Leikur, gleði, dynamikkur og menning.

Sansir hava ráðgivið um navnið, sniðgivið búmerkið og heimasíðuna. Heimasíðan er bygd á heimasíðuskipanina Sansir.Net.

Vilt tú vita meira um Sernám, kanst tú vitja heimasíðuna www. sernam.fo.

Nýggi teldubústaðurin er sernam@sernam.fo