Sunnudagin 13. august skipar Sandoyar Kunningarstova fyri túri til Lokloysi.
Lokloysi er eitt sermerkt stað, ið liggur norðast á vestursíðuni á Sandoynni. Her er náttúruhavn, sum fyrr varð nýtt hjá bátum at seta upp í.
Á túrinum, sum byrjar kl. 14 verður Karlot Petersen ferðaleiðari. Prísurin er 280,00 við matpakka og kaffi.
Sagt verður, at tað er avmarkað luttøka.