Fótbóltssambandið hevur tikið avgerð um, at tað verða 12 lið í 2. deild hjá monnum komnandi kappingarár. Tí skal Royn nú fyrireika seg til eitt kappingarár í 2. deild. Nú hevur felagið sett venjaratoymið til besta mansliðið.
- Bóltfelagið Royn hevur gjørt avtalu við Ken Fagerberg, Jón Thomsen, Benjamin Midjord og Rúna Thomsen um, at taka sær av 2. deild kappingarárið 2023, boðar Royn frá.
Ein vanlig avbjóðing er, at spælarar venja í tveimum bólkum. Teir, sum búgva í Hvalba, og teir sum búgva norðanfyri.
- Ken og Jón koma at taka sær av venjingunum hjá liðnum í Hvalba. Benjamin kemur at taka sær av venjingunum hjá liðnum í Havn. Ken, Jón og Benjamin koma at spæla við til dystir, og tí kemur Rúni Thomsen, ið eisini tók sær av liðnum í 2016, at standa á odda fyri liðnum undir dysti, verður sagt úr Royn
Tað kemur tí at verða ein eitt sindur øðrvísi samanseting á einum liðið, tá tríggir av fýra í venjaratoyminum skulu spæla við. Tað krevur eitt ávíst samskifti.
- Ígjøgnum hvørja viku og fram til hvørja dystarbyrjan, koma allir fýra at hava tætt samskifti um, hvussu liðið skal skipast og so framvegis. Vit gleða okkum til samstarvið og kappingarárið, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd, skrivar Royn.
Royn flutti fyrraárið niður í 3.deild og megnaði ikki at vinna sær uppflyting til í ár, men reglubroytingin ger, at bæði MB og Royn verða partur av 2. deild.