Ein av tónleikarunum, sum bleiv ein av ímyndunum hjá hippirørsluni, er deyður 92 ára gamalur, skriva bæði CBS news og nógvir aðrir miðlar.
Talan er um indiska tónleikaran, Ravi Shankar, sum bleiv fyrsti indiski tónleikari, sum varð altjóða stjørna, tó at tað hann ikki hevur verið so nógv at hoyra.
Hann spælidi sermerkta ljóðføri, sitar og hann kom sær fram í vesturheiminum seksti og sjeytiárunum og hevði eitt serligt pláss í hippierørsluni við sínum tølandi streingjatónleiki og tey, sum eru komin upp í árini, minnast, at hann spældi á tiltiknu Monterey festivalinum í 1967 og á Woodstock tónleika festivalunum í 1969.
Hann spældi eisini vælgerandi tiltøkum saman við Bob Dylan, Eric Clapton og øðrum.
Men tað var longu í fimtiárunum, at hann fór at spæla við vesturlendskum tónleikarum, men tað knípti hjá honum at byggja brýr ímillum eysturlendskan og vesturlendskan tónleik
Nógvir vesturlendskir tónleikarar vóru hugtiknir av honum ikki minst George Harrison og The Beatles og tað var ikki minst hetta samstarvið, sum gjørdi hann kendan í vesturheiminum.
- Hann lærdi George Harrison at spæla sitar og hann brúkt hetta sermerkta ljóføri í onkrum Norwegian Wood og á "Within You Without You" á tiltiknu "Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band, sigar CBS.
Hóast hann var ein ímynd av hippierørsluni, var ikki serliga hugaður fyri uppreistrarsinnaða hippie ættarliðnum.
Tað var skelkandi at síggja fólk í so sermerktum klæðum og tey vóru øll skeiv av rúsevnum, segði hanneinaferð við tónleika tíðarritið Rolling Stone.
Hann var heilt ófarin, tá ið Jimi Hendrix setti eld á gittarin, tí hann helt, at ljóðføri eiga størri virðing uppiborið.
Ravi Shankar varð lagdur á sjúkrahús í San Diego í USA, har hann búði, fyri nøkrum døgum síðani við trupulleikinum við hjartanum og andadráttinum og í gjár doyði hann.
Ravi Shankar er pápi heimskendu tónlistakvinnuna, Nora Jones. Hann er eisini pápi Anoushka Shankar, sum eisini hevur vunnið sær viðurkenning, sum tónleikari.
Hann fekk tríggjar Grammy virðislønir og varð tilnevndur til eina Oscar virðisløn fyri tónleikin til kenda filmin um Gandhi.
Á myndin er hann, høgrumegin, saman við George Harrison.