Sermerkt áramót

Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum skrivar

Gamlaárskvøld fer eitt tíðarbil, sum eygleiðarar nevna óttans ártíggju, aftur um bak. Hetta er skeiðið, har álopið á Twin Towers broytti heimin, og vesturheimurin fór í hernað móti yvirganginum - skeiðið, har vesturheimurin og islam komu at standa sum fíggindar og yvirgangurin heldur vaks enn minkaði. Tað gongur valla vika, at vit ikki frætta frá yvirgangi við deyða og skaða á fólk og fæ. Hetta gjørdist eisini skeiðið, har vesturlendsku fólkaræðini tóku til at verja fólkaræðið við ódemokratiskum amboðum, eitt nú við at skerja tað persónliga frælsi, sum vit hava mett sum nakað av tí besta við okkara vesturlendsk fólkaræðið.

Hetta hendir alt, meðan yvirgangskropparnir hava fingið nýggj trygg tilhaldsstøð, har teir kunnu venja sínar hermenn og leggja sínar yvirgangasætlanir. Pakistan, Yemen, Sudan, Somalia og partar av Afghanistan eru millum tryggu tilhaldstøð yvirgangskroppa. Stríðið móti yvirganginum er miseydnað og nógvir viðmerkljarar halda hetta stendst av, at strategiin var skeiv frá fyrsta degi. Vesturheimurin við USA og Bush á odda fóru kríggj móti yvirgangi, men herjað varð ikki á orsøkirnar til yvirgangin: hungur, hall, fátækdømi, kúgan, órættvísi, undirlutakenslur, trótandi virðing fyri øðrum mentanum og øðrum átrúnaðum. Vit fingu konfrontatión í staðin fyri dialog, samskifti, virðing og samstarv. Vit róku milliónir av fátøkum unglingum uttan nakra framtíð í føvningin á Osama Bin Laden og hansara yvirgangskroppum. Obama forseti roynir at venda skútuni, men ivingarsamt er, um enn er vendandi. Hann hevur ásannað, at farna skeiðið gjørdist skeiðið, har átrúnaðarligir spurningar settu dagskránna og hann leggur sín politikk hareftir. Livst so spyrst.

Tað er sostatt eitt dapurt skeið, ið nú fer, eitt skeið, har kríggj, náttúruvanlukkur, umfarsjúkur, figgjarkreppur og mentanarligir og átrúnaðarligir samanbrestir eyðkendu gerandisdagin. Oman á alt hetta kemur vánaliga úrslitið á veðurlagsráðstevnuni. Heiminum bíður ikki bøtur, um ikki ein skilagóð loysn verður funnin í Mexico um eitt ár. Alt hetta hevur elvt til ein kollektivan ótta, sum mannættin má fyrihalda seg til og sleppa sær burturúr.

Árið, sum fer, var her í Føroyum politiskt buldrut og búskaparliga trupult. Vinnuloysi og politiskt atgerðarloysi eyðkendi myndina av føroyska samfelagnum. Ósemjur um raðfestingar og um búskaparlig amboð hava verið lemjandi fyri politiska arbeiðið, og endaðu búskaparligu tiltøkini tí í teimum vanligu ólukku ráðum at skera niður yvir ein kamb. Her má vend koma í, um samfelag og búskapur skulu hóra undan í 2010.

Vit fara at leggja okkum eftir at geva øllum málum eina sakliga og jaliga viðgerð her í blaðnum, at elva til dialog heldur enn til konfrontatión. Landið er lítið, og vit eru øll meira ella minni í sama báti. Vit fara at leggja okkum eftir tí jaliga heldur enn eftir tí neiliga. Vit fara at geva lesarum og lurtarum breiða, sakliga og atfinningarsama kunning um samfelagsviðurskifti, politikk og mentan, og teigar okkara vera framvegis opnir fyri sakligum orðaskifti. Vit takka lesarum, lurtarum og viðskiftapørtum fyri árið, sum farið er og ynskja øllum føroyingum eitt gott og Harrans signað nýttár.


Jan Muller,

ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum