Dagny Joensen
Í danska sjónvarpinum var aftur sjón fyri søgn, hvussu limirnir í tinginum skapa sær sína egnu mentan, sum teir barnsliga uppáhalda, uttan mun til hvat rørir seg millum borgarar í hesum landi.
Í kjakinum um samkynt og teirra rættindi ella tørv á rættindi, hevur verið sagt og gjørt almikið, uttan tó at veruliga málið hevur flutt limirnir eitt vet í parlamentarisku viðgerðini.
Í tingvarpinum hevur verið møguligt at fylt við orðaskiftinum í tinginum um at veita samkyntum innivist grein 266B í revsilógini, og tað var ikki hugaligt at síggja landsins kosnu grundgeva fyri sínum sjónarmiðum, og í álvara ikki himpraðust at skjóta seg undir bæði Gud og hin grábeinta.
Av teimum, sum býttisliga hjálptu sær við Bíbliuni, snúði tað seg ikki um at skapa rættvísi fyri ein minnilutabólk – ja, í veruleikanum er hugsandi, at tinglimirnir, sum mótmæla uppskotinum, eru fullkomiliga líkasælir um støðuna hjá teimum samkyntu.
Tað snýr seg ivaleyst meira um spæl fyri gallarínum, fyri at tekkjast veljarum. Ikki vist at allir veljarar hjá mótstøðufólkunum góðtaka teirra fjákalótir, og vónandi verður tað ikki gloymt, tá tað aftur stundar móti vali.
Tað vanlukkuliga í øllum hesum er, at tingið er avdúkað – bæði herheima og í útlandinum, sum eitt avoldað ódemokratiskt parlament, har tey mest víðgongdu sleppa at koma til orðanna, uttan at fáa veruligt mótspæl frá øðrum tingfólkum, sum kanska ikki tíma at øna teimum aftur.
Eg ivist ikki í, at flest tingfólk eru hampakvinnur og –menn, sum taka sítt arbeiði í størsta álvara, men hvat er til at taka, tá orðaskifti í tinginum verður drigið niður á so lágt støði, at tað kanska er skomm at svara aftur?
Eitt er vist: vit byggja einki land við slíkum afturhaldskreftum, sum bert hava í huga at ”frelsa” neyðars borgarar í hesum landi – og tað frá landsins hægsta røðarapalli. Mín áheitan til Jenis, Gerhard og Bill, bara fyri at nevna nakrar – farið í tykkkara bønarhús við persónligu kristnu sannføring tykkara og latið onnur, sum virða sítt tingarbeiði, smíða landsins lógir.
So kann hvalvíksprestur halda sínar prædikur í kirkjuni, og ikki sum í danska sjónvarpinum, rósa sær av, at í Føroyum kann hann kalla samkynd pædofil og samstundis viðganga, at tað kann hann ikki í Danmark, tí har er ”sexuel orientering” innlimað í grein 266B, og tá hevði hann framt lógarbrot. Er tað ikki nóg greitt fyri tingfólkunum og føroyingum annars, at júst hetta er kjarnin í málinum?
Hvussu við lógarsmíðinum í framtíðar føroyska samfelagnum, tá eitt so pinkulítið mál kann fylla so nógv í Føroyum, at tað frættist úti í heimi, at soleiðis stýra vit í Føroyum?










