Serligur heiður til Leif Sørensen

Tann 14. mai verður føroyski kokkurin, Leif Sørensen, heiðraður á gallaveitslu á Kurhotel Skodsborg í Danmark.

 

Tað er »Den danske Spiseguide«, sum skipar fyri, og um valið av Leif Sørensen sigur Bent Christensen, sum er maðurin handan »Den danske Spiseguide« soleiðis:

 

– Føroyska gastronomi-legendan, Leif Sørensen, verður nú ikoniseraður av »Den danske Spiseguide«. Og sum grundgeving fyri at heiðra føroyska kokkin verður sagt, at orsøkin er hansara einastandandi og áhaldandi gourmet-innsastur á føroyska-norðurlendska matstovupallinum, sum hevur fingið leiðandi evropiskar gastronomiserfrøingar til spíla eyðugi.

 

– Fyrst næm hann sær kokkaútbúgving, síðani stovnaði hann matstovuna Gourmet í Havn, áðrenn hann gjørdi stóra innsatsin á KOKS á Hotel Føroyum. Leif var eisini ein teirra, sum skrivaði undir norðurlendska manifestið í 2003, skrivar Bent Christensen.

 

Á listanum hjá Den danske Spiseguide, sum Leif Sørensen nú verður nevndur á, eru matir menn sum:

 

Søren Gericke

Jens P. Kolbeck

Jan Hurtigkarl

Michel Michaud

Jean-Louis Lieffroy

Elvio Milleri

Hans Beck Thomsen

Erwin Lauterbach

Rene Redzepi

Jan Restorff

og Claus Meyer

 

Á hesum lista, sum við Leif Sørensen telur 12 mans, eru nú tveir føroyingar. Tí umframt Leif Sørensen er Jan Restorff, restauratiónssjefur á Søllerød Kro, eisini á listanum. Jan Restorff er sonur Johan Restorff, fyrrverandi eigara og stjóra á Hotel Hafnia

 

Heiðursprógvið verður handað á The Nordic Prize galla,  har eisini »Årets Restaurant i Norden« verður avdúkað.

 

Tey, sum eru tilnevnd hendan heiður eru:

 

Sabi Omakase, Noreg

Vollmers, Svøríki

Olo, Finland

Matur & Drykkur, Ísland

Clou, Danmark

 

Noma, Geranium, Henne Kirkeby Kro, Maaemo(2), Koks og Mathias Dahlgren hava fyrr vunnið heiðurin sum »Årets Restaurant i Norden«.

 

Á sama hátíðarhaldi verður nýggja útgávan av »66 Best Restaurants – Nordic Courntries«, løgd fram. Helst tann fremsta bókin, har greitt verður frá og mett um matstovur í Norðurlondum.