Serligur heiður til Ferguson

Alt íalt gjørdist talan um sanna sigursgongd hjá Manchester United, tá enska spælarasambandið hevði sína gallaveitslu. Ronaldo var sjálvandi stóra stjørnan, men eisini venjarin hjá felagnum varð heiðraður. Sir Alex Ferguson hevur nevnliga sitið í heita sessinum á Old Trafford í 20 ár. Tað er í sjálvum sær nakað heilt serligt, og minni gerst heiðurin ikki, tá hugt verður at steypunum, sum skotin hevur drigið til Manchester á vegnum.