Serligur dagur fyri Teu Randarsól

Navnið hevur sterkt tilknýti til dagsins hendingar á stjørnuhválvinum

Fyri nøkur eru serligir dagar meiri serligir enn hjá øðrum. 20. mars 2015 má sigast vera ein slíkur hjá Teu Randarsól úr Froðba.

 

Á facebookvanga sínum, greiðir mamma hennara frá sambandinum millum navnið hjá Teu Randarsól og stjørnufrøðiligu hendingarnar, vit uppliva í dag.

 

Tá mánin fjalir sólina, sæst einans ljós rund rundan um mánan. Hetta kallað vit vanliga koronu og er hetta lofthavið hjá sólini. Hetta kundu vit eisini kallað Randarsól, um vit vildu.

 

Umframt hetta, vil so vera, at fyrra navn gentunar eisini hevur tilknýti til dagsins hendingar.

 

Tea, ella Theia, er nevniliga navnið á tí gongustjørnuni, ið sigst hava rakt jørðina í fornari tíð, og sum tá skapti mánan, tá hann brast leysur av jørðini av stoytinum, og síðani hevur fylgt jørðini á ferð hennara gjøgnum rúmdina.

 

Tískil kann sigast at Tea Randarsól og sólarmyrkingin runnu saman í eina hægri eind í dag.