Í 1786 rak ein kópafangari, “Rachel”, sum var úr Stromness á Orknoyum, inn á Svínoyarvík. Ódnarveður var og sluppin fórst í briminum. Av teimum 22 monnunum, sum við vóru, bjargaðust bert tríggir, allir úr Stromness.
17 av monnunum, sum sjólótust, vórðu funnir aftur og grivnir í Svínoy. Staðið, har teir vóru grivnir, hevur síðani verið kallað Skotagravirnar.
Poul á Fuglberg
Poul Mejer Justinussen - Poul á Fuglberg, ynskti at seta økið í virðiligan stand og gav pening til endamálið. Tað sigst, at Poul gjørdi hetta eisini, tí mamma hansara ynskti, at gravirnar fingu betri frið. Hon plagdi at ganga og hjúkla um tær og royta grasið, so steinarnir, har stóðu, sóust betri.
Heitt varð á J. P. Gregoriussen um at tekna eitt uppskot, um hvussu økið skuldi skipast, og hevur tillagingin fylgt hesum uppskoti.
Ein minnisvarði er reistur, sum er ein grótsúla, og eitt akker frá “Rachel” er sett omaná. Síðani eru 17 steinar settir kring minnisvarðan, ein fyri hvønn mannin, sum grivin er har.
Minnispláta frá Stromness
Í drúgvum samskifti við býráðið í Stromness, hagani “Rachel” kom frá, hevur býráðið har latið eina minnisplátu at seta á steinin. Henda plátan verður avdúkað av ráðsformanninum á Orknoyum, Stephen Hagan, sum er komin higar til høvið. (Ráðsformaðurin á Orknoyum kann í ávísan mun samanlíknast við løgmann hjá okkum).
Sunnudagin 28. august verður serlig minnisløta og økið signað. Byrjað verður guðstænastu í Svínoyar kirkjuni kl. 11.00, har Uni Næs, próstur, Heri Joensen, prestur og Elsa Funding, prestur eru við. Eftir guðstænastuna verður farið yvir til Skotagravirnar, har m.o. Gunvá við Keldu, borgarstjóri og Stephen Hagan, Ráðsformaður halda røðu og Uni Næs próstur signar økið.
Eftir minningarhaldið í Svínoy, skal Stephen Hagan, ráðsformaður á Orknoyum hitta Kaj Leo Johannesen, løgmann.