Fyrst í september verða serligir útnorðurdagar í Føroyum. Hgetta er úrslitið av einum tilmæli frá Útnorðurráðnum frá 2008, har ráðið samtykti at heita á íslendsku stjórnina og á landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at halda útnorðurdagar og at teir verða tíðliga um heysti.
- Endamálið við Útnorðurdøgunum er at varpa ljós á mentan og søgu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og soleiðis at styrkja samstarvið og sambandið millum hesi trý londini í Útnorðri, sigur Norðurlandaráðið.
- Í staðin fyri at londini á hvørjum ári skipa hvørt sær fyri slíkum Útnorðurdøgum, eru tey komin ásamt um, at skipað verður fyri útnorðurdøgum triðja hvørt ár, soleiðis at tað gongur upp á skift ímillum tey trý londini.
- Dagarnir vórðu í Íslandi í 2012, í Grønlandi í 2013, og nú verða teir í Føroyum fimta og sætta september.
Fyri at varpa ljós á útnorður, heitir Mentamálaráðið á skúlar, søvn og fjølmiðlar um at taka ymisk evni um Útnorður fram og viðgjørdu tey í teirra dagliga arbeiði fyrstu dagarnar í september.
Í hesum sambandi skipar Norðurlandahúsið fyri framsýningum, filmssýningum, tónleiki, upplestri og mati úr Útnorðri, umframt øðrum tiltøkum.
Eisini verður pallborðsfundur undir heitinum: Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur, har politikarar og onnur fara at kjakast um útnorðursamstarvið.
|