- Fíggjarnevndin hevur havt serligar umstøður at arbeitt út frá hesuferð, við tað at eg sjálvur útskrivaði val í desember, sigur Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður.
Hetta hevði við sær, at táverandi fíggjarlógaruppskotið hjá fullveldissamgonguni fall burtur, og síðani hava føroyingar havt eina sokallaða provisoriska fíggjarlóg, sum merkir, at bert tær mest átroðkandi útreiðslurnar verða gingnar á møti.
Føroyingar liva enn við hesi fíggjarlóg, men nýggja samgongan, sum hevur sitið í 100 dagar (sí aðrastaðni í blaðnum), er væl á veg at samtykkja løgtingsfíggjarlógina fyri árið 2004.
- Vit hava hugt eftir hvørjari einstakari konto. Vit hava roynt at tikið ta luft úr skipanini, sum væl allir tingmenn eru klárir yvir er í skipanini, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Hann sigur tó, at nevndarlimirnir kanska ikki hava havt nóg góða tíð, men leggur afturat, at samstarvið hevur verið ómetaliga gott í nevndini. Fíggjarnevndin telir eisini tjóðveldislimirnar Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen.
- Eftir at álitið hjá fíggjarnevndini kom fram tann mikudagin í farnu viku, hevur fokus verið sett á tær stóru sparingarnar, og víst hevur verið á, at sumt av hesum ber ikki til uttan uppsagnir. Men útgangsstøðið er roknskaparárið í fjør, og við einari lønarkompensatión, sum ikki er full í mun til teir sáttmálar, sum broyttir eru.
Tað sigur formaður í fíggjanevndini til atfinningarnar um, at landsstýrismennirnir hava fingið ov lítið at arbeiða við. Men Anfinn Kallsberg gevur tó greið tekin um, at hetta er ikki tað endaliga uppskotið, og tískil ber enn til hjá landsstýrismonnum at hækka játtanina. Men bert um landsstýrismennirnir hava grundgevingarnar í ordan.
- Vit koma við einum uppskoti millum aðru og triðju viðgerð, solieðiðs at tey tingini, sum kunnu begrundast, fáa ta jattan sum skal til, fyri at virksemi heldur fram í tí líki, tað hevur verið, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Fíggjarlógaruppskotið við broytingunum hjá fíggjarnevndini er farið samtykt víðari til triðju og síðstu viðgerð. Aftaná triðju viðgerð verður endalig atkvøðugreiðsla, og fíggjarlógaruppskotið er tá væntandi avgreitt og vorðið til lóg.










