Fríggjadagin í farnu viku tók hann við sum landsleiðari í Operation Mission í Danmark.
Andrew hevur altíð havt áhuga fyri missiónsarbeiði, og hevur millum annað starvast sum ungdómsleiðari í Kristnastovu í Keypmannahavn.
Saman við øðrum familjum byrjaðu hann og konan Sara eina lokala fríkirkju í Ballerup. Men hetta arbeiðið ber væl til at samantvinna við tað í OM.
- Gjøgnum arbeiðið sum landsleiðari kunnu vit samantvinna okkara hjarta fyri ta lokalu fríkirkjuna við eitt størri engasjement og innlit í alheims missión, sigur hann.
Brenna fyri sakini
Andrew sær fleiri møguleikar í arbeiðinum hjá OM, sum hann metir hevur nakrar serstakar dygdir.
Í fyrsta lagi hevur OM eini visjoner evni at endurnýggja seg og at hugsa missión inn í nýggjar samanhangir.
Í øðrum lagi hevur OM ein breiðan, evangeliskan og tvørkirkjuligan profil – ein profil sum danska kirkjulívið avgjørt fer at fáa gagn av í framtíðini.
- Og í triðja lagi hevur OM ein hóp av fólki, sum veruliga brenna fyri sakini, sigur Andrew Berghamar.
Hann byrjaði á skrivstovuni 1. juni og koma hann og fráfarandi leiðarin, Bitten Ingerslev at starva saman fram til 1. oktober í ár.
OM, sum í ár hevur 50 ár á baki, arbeiðir í løtuni í fleiri enn 100 londum. Umframt arbeiðið á landi hevur felagsskapurin eisini trý skip, sum nógvir føroyingar hava verið við og eru við.
Eitt av hesum skipum er gamla Norröna sum í løtuni stendur fyri eini stórari umbygging í kroatiska býnum Trogir.
Tá skipið verður sett aftur í sigling hevur tað samstundis fingið navnabroyting til »Logos Hope«.









