Sp/f Super Dekk er ein gomul fyritøka, ið varð stovnað undir navninum Super Dekk Service í Vestmanna í 1973 og flutti til Havnar í 1974.
Fyritøkan var tann fyrsta í landinum, ið kundi avbalansera hjólini á bilum, sum var heilt ókent tá.
Í 1980 flutti Super Dekk Service í egnan virkisbygning við Hoyvíksvegin, og síðan 1995 hevur Fríðrikur Bláhamar rikið Super Dekk.
Vit eru ein dekkfyritøka burturav, ið verður marknaðarførd við teirri vitan og kunnleika, ið krevst av eini nútímans dekkfyritøku, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Super Dekk er tann best útgjørdi serverkstaðurin í landinum innan dekk, avbalansering og sporing, og starvsfólkini verða regluliga dagførd við tí seinasta nýggja innan dekkvinnugreinina. Eisini leggja vit stóran dent á góða tænastu. At selja dekk til øll sløg av akførum krevur góða tænastu, ásannar Fríðrikur Bláhamar.
Super Dekk hevur eisini ein servicebil, ið er sergjørdur til allar tær arbeiðsuppgávur, sum ein nútímans dekkverkstaður eigur at kunna bjóða seg fram til, serliga til akfør, ið ikki kunnu koma á verkstaðið, tá tey eru punkteraði, sum t.d. trukkar, gravimaskinur og onnur arbeiðstól.
Servicebilurin er eisini til aðrar uppgávur í høvuðsstaðarøkinum, sum t.d. um ein bilur punkterar, og bilførarin av eini ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at skifta hjólið. Tá er neyðugt við einum væl útgjørdum servicebili, sigur Fríðrikur Bláhamar.