Nær væntar tú valið verður?
19. januar 2012. Eg trúgvi ikki, at val verður útskrivað fyrr enn tað, tí allir karmarnir fyri fíggjarlógina eru longu samtyktir.
Nær heldur tú, at val skal verða?
Valið burdi verið í dag.
Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?
Nøkur ting hava nú latið seg upp, og møguleiki er fyri ymiskum uppskotum. Samstundis er tað eisini møguleiki fyri ymiskum konsultatiónum, sum vit ikki hava havt fyrr. Tað er eingin loyna, at tað tey síðstu árini ikki hevur eydnast at fingið skil upp á búskaparligu støðuna. Inntøkurnar eru minkaðar, meðan útreiðslurnar eru øktar. Tað er tann størsta avbjóðingin, vit hava í hesum landi. Reformurin á fiskivinnuøkinum er eisini nakað, vit mugu fáa ígjøgnum skjótt, tí sum nú er fáa vit alt ov lítið burtur úr okkara tilfeingi.
Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?
Tað eru serliga tvey mál, sum vit mugu fáa bilbukt við. Tað er ásetanin av fiskivinnudøgunum og fíggjarlógin. Eg vænti ikki teir stóru trupulleikarnar við tí síðstnevnda, tí sum áður sagt, so eru karmarnir um fíggjarlógina longu samtyktir. Sjálvsagt kunnu smámál koppa eini stjórn. Tað hava vit sæð meira enn einaferð. Men eg vænti ikki, at tað verður tilfeldið her.










