Mótstøðan ímóti at flóttafólk til Føroya er størst í Sandoy, Suðuroy og Eysturoy.
Kanning hjá spyr.fo vísir, at meirilutin av føroyskum monnum halda, at vit eiga at taka ímóti flóttafólki í Føroyum. 58 prosent av monnunum helda tað, meðan 42 prosent eru ímóti.
Men meirilutin av føroyskum kvinnum eru ímóti, at vit skulu taka flóttafólk til Føroya. Tí 55,5 prosent av teimum spurdu siga nei, meðan 44,5 prosent siga ja.
Úrslitið í kanningini er grundað á svar frá 300 tilvildarliga spurdum føroyingum í aldrinum 15-80 ár.
TRÝST HER fyri at síggja talvurnar