TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen aftaná 0-6 tapið ímóti Portugal á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Lars Olsen er serliga harmur um tvey tey seinastu málini. Hann heldur, at liðið gjørdi tað gott ta fyrstu løtuna av dystinum, men aftaná 1-0 málið, sum kom aftaná eitt mistak í verjuni gekk av skriðuni. - Vit funnu ikki hvønn annan, og runnu aftaná alla tíðina, staðfestir Lars Olsen.
Lars Olsen slær fast, at teir dagarnir spælararnir ikki eru klárir so kann tað ganga av skriðuni. Tað kann tað eisini gera ímóti liðum, sum á pappírinum eru veikari enn Portugal.
Hetta er annar sekkurin hjá Lars Olsen. 22. mars í 2014 taptu Føroyar 0-6 ímóti Eysturríki í Wien.










