Serlig Ísraels-sending á Rás2 mánamorgun

Mánamorgun klokkan 10 til 11.50 verða ferðafrásagnir úr Ísrael at hoyra á Rás2.

 

Í morgin, mánamorgun 31. juli verður ein serlig Ísraels-sending á Rás2. Fram til klokkan 11.50 hoyra vit ferðafrásagnir og upplivingar frá einari ferð í desember í 2010 frá Genesarets vatni, frá Grátimúrinum í Jerusalem, Tomb Garden í Jerusalem, Qumran við Deyðahavið, Saltoyðimørkini við Deyðahavið, og vitjað verður í einari beduin-legu.

 

Klokkan 11.50 fortelur Svenning av Lofti um eitt Føroyskt-Ísraelskt fagnaðarkvøld, sum verður í Norðurlandahúsinum mánakvøldið klokkan 19. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.