Serlig fótbóltssending á Rás2 í kvøld

Í samband við at flytingarvindeygað letur aftur, so hevur Rás2 eina sending í kvøld frá klokkan 21

Í kvøld letur flytingarvindeygað aftur í føroyskum fótbólti. Tað merkir, at hetta er seinasta freist hjá føroysku feløgunum at fáa spælarar. Júst sum vit kenna frá altjóða miðlum, so hevur Rás2 ein sending í kvøld, sum fylgir gongdini líka til flytingarvindeygað letur aftur.

 

Umframt at fylgja gongdini í flytingarvindeyganum, so koma vit at hoyra frá spælarum og fólki kring fótbóltin, sum hava áhugaverdar søgur um spælaraflytingar. Í sendingini verður eisini tosað við fólk í øllum feløgunum í Effo-deildini. Stutt sagt, so sokmeur sendingin at verða ein samanumtøka av flytingarvindeyganum, feløgunum í Effo-deildini og søguligar hendingar í føroyskum fótbólti og við føroyskum spælarum.

 

Sendingin byrjar klokkan 21 og heldur fram til stutt eftir midnátt. Tað verður opið hús Miðlahúsinum, har spælarar, venjarar og áhugaði eru vælkomin. Eisini verður Premier League dysturin millum Swansea og Liverpool vístur.